Sum tónleikari, sangskrivari og tónasmiður hevur hon verið virkin á føroyska mentunarpallinum í eina hálva øld, og í hennara yrkisleið hevur hon savnað eina rúgvu av virðis- og heiðurslønum, men í kvøld er fyrstu ferð, at Annika Hoydal kann fegnast yvir at hava vunnið sína fyrsta FMA virðisløn.
Og nú, fyri løtu síðani, varð hon handað sína aðru virðisløn, tá hon fekk virðislønina fyri Ársins kvinnuligi ella mannligi sangari innan folk, country og blues.
Annika Hoydal gjørdi aftur vart um seg á føroyska tónleikapallinum, tá hon í november gav út fløguna Endurljóð í samband við hennara 70 ára føðingardag.
Hini tilnevndur til virðislønina sum Ársins kvinnuligi ella mannligi sangari í folk, country og blues vóru Arni Johannesen, Hallur Joensen, Hanus G. Johansen og Sofus Hansen.