Annika og Johanna eru ársins leiðarar

Annika Sølvará og Johanna á Bergi eru júst útnevndar ávíkavist ársins almenni og privati leiðari á Leiðaradegnum á Hotel Føroyum

Annika Sølvará er ársins leiðari hjá tí almenna

 

Tað varð greitt á leiðaradegnum í dag.

 

Annika Sølvará, sum er stjóri í Granskingarráðnum. er ein fyrimyndarligur stjóri, sum hevur gjørt eitt megnar arbeiði at seta á dagsskrá í Føroyum

 

Ársins leiðari hjá tí privata er Johanna á Bergi

 

Hon er ein sterkur leiðari, sum við sínum dugnaskapi hevur tryggja síni fyritøku góð úrslit

Tað er Annika Sølvará ovast vinstrumegin. Hini bæði, sum vóru í uppskoti til ársins almenni leiðari er Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks er í miðjuni og Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpallinum er høgrumegin. 


Jóhanna á Bergi, sum er stjóri í Faroe Ship, er niðast vinstrumegin. Hinir báðir, sum vóru í uppskoti til ársins, privati leiðari, var Eirikur Lindenskov, stjóri í Miðlahúsinum, í miðjuni, og Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

Í dómsnevndini sótu:Annika Waag, virkis- og góðskuleiðari Føroya Bjór, Andras Róin, stjóri Bústaðir og Gunnleyg Durhuus. fyrrv. depilsstjóri Eldradepilin.

 

Meiri seinni!