Góðu tit! Takk fyri at tit eru møtt so fjølment til hetta týdningarmikla tiltak.
Vit eru komin saman her í dag at bróta tøgnina.
Vit eru komin saman her í dag at verja okkara børn.
Og vit eru komin saman her í dag um tann einfalda boðskap um: AT tað er IKKI í lagi at fremja kynsliga ágang.
Tað er ein ræðulig sorgarsøga – ein rein tragedia – hvørja ferð eitt barn er fyri ágangi. Óteljandi fløggini her á vøllinum ímynda hvør sína sorgarsøgu, hvør sína tragediu.
Aftan fyri hvørt flagg býr eitt menniskjað úr kjøti og blóði. Handan hvørja ímynd er eitt livandi og leikandi barn, sum fekk sín uppvøkstur knústa í skelja sor. Sum porcelen, ið verður tveitt móti flisagólvi.
Uttan mun til hvussu stóran ómak tú ger tær at seta saman, so verða rivurnar framvegis sjónligar. Kynsligur ágangur setur so ólekiligar rivur, at tað mestsum er ófatiligt.
Enn meira ræðandi er, at vit helst enn bert hava sæð toppin av ísfjallinum av kynsligum ágangi í Føroyum.
Minnist at eg júst hevði sett meg í stólin sum landsstýriskvinnu í almannamálum, tá eg hevði tann stóra heiður at hitta fyrrverandi forkvinnu í danska barnaráðnum, Lisbeth Zornig Andersen.
Hon gav mær bókina “Zornig”, sum hon hevði skrivað um turbulenta barnalív sítt uttan kærleika við hús, men við kroniskum umsorganarsviki, kynsligum ágangi og øðrum harðskapi. Um ein pápa, sum regulert hølvaði sín børn av og annað, ið verri var.
Men í bókini er eisini vónin. Tí tá Lisbeth júst er vorðin tannáringur bjóðar grannin – ein eldri lærari í geografi – gentuni til kakao og bollar. Í rúma tíð sleppur Lisbeth at vitja, uttan truplar spurningar frá tilkomna parinum í grannahúsunum. Har var bert næstakærleiki.
Hesar løtur gerast eitt vegamót í lívinum hjá Lisbeth, sum í dag er ein vælútbúgvin og vælvirkandi kvinna við fleiri børnum.
Verri enn so øll, eru so heppin at hava ein vaknan og kærleiksfullan granna. Verri enn so øll, kunnu fortelja eina søgu um eitt vegamót í barnalívi teirra.
Verri enn so øll hava kent, at onnur hava tikið ábyrgd og hjálpt tær á veg í lívinum. Tí tað er í grundini tað, hetta snýr seg um.
At vit taka ábyrgd fyri hvørjum øðrum! Kennist tú við okkurt ófrættakent í barnalívinum hjá granna tínum, hjá vinkonuni hjá dóttur tínari, ella hjá liðfelagnum hjá soni tínum, so skal tú taka ábyrgd.
Tað eru ymsir mátar at taka ábyrgd uppá og ein av hesum er, at siga frá – at boða myndugleikunum frá, tí tú sær. Ein annar góður máti er at skipa fyri kravgongu fyri at lata eyguni upp hjá fólki fyri einum stórum trupulleika. Takk fyri tað, tit øll, sum hava staðið fyri at fyriskipa hetta tiltakið.
Men eisini á politiska pallinum. Vit mugu eisini taka ábyrgd. Ikki meira tos. Vit mugu seta handlingar aftan fyri føgru orðini!
Lat okkum vera geografilærarin í lívinum hjá øllum teimum, sum eru fyri kynsligum ágangi og teimum sum hava verið fyri kynsligum ágangi.
Sum samfelag og sum politiskur myndugleiki við ábyrgd fyri okkara borgarum, eiga øll segl at setast inn fyri at fyribyrgja trupulleikan við kynsligum harðskapi og harðskapi annars í Føroyum.
Í hesum sambandi vil eg siga, at tað er ongin ivi í míni sál um, at vit eiga at taka fyrningarfreistina burtur í samband siðamisbrot og kynsligan harðskap!
Tey, sum hava verið fyri teirri vanlagnu, at verða útsett fyri kynsligum harðskapi skulu hava møguleika alt lívið at fáa rættarliga uppreisn og ikki sum i dag, at eitt mál er fyrnað, tá man er vorðin 28 ár.
Hetta eiga vit broyta skjótast gjørligt. Onnur átøk er eisini ávegis:
Breið politisk semja er um at gera eina heildarætlan um kynsligan harðskap í Føroyum. Politiskt er semja tvørtum floksmørk, at kynsligur ágangur skal steðga.
Heildarætlanin skal viðgera tey átøk sum eru neyðug fyri at fyribyrgja og viðgera seinárin eftir kynsligan ágang. Her tosa vit um átøk bæði fyri tey misbrúktu og teirra avvarðandi, umframt viðgerðartilboð fyri skemmaran og hjálp til familjur teirra.
Seinni í ár letur fyrsta Barnahúsið upp í Føroyum. Heldur enn børn, ið hava verið fyri kynsligan harðskap skulu reika ímillum myndugleikar, frá sálarfrøðingi, til løgreglu, til lækna v.m. so skulu hesir myndugleikar koma til barnið og gera tær neyðugu kanningarnar undir barnavinarligum umstøðum.
Skipanin við barnahúsum er væl kend í okkara grannalondum og hava øll grannalondini fingið stovnsett tílíkar skipanir við barnahúsum við góðum úrslitum.
Somuleiðis gera vit ta broyting, at tá barnaverndartænastan fær eina fráboðan um t.d. kynsligan ágang, so skulu tey seta kanning í verk innan 24 tímar. Hesa broyting gera vit, tí skjót hjálp er góð hjálp.
Haraftrat verður skipan við barnaumboði sett á stovn, at tryggja rættindum hjá okkara børnum. Í hesum liggur eisini at styrkja rødd barnanna í almenna rúminum, at geva okkara børnum eitt talirør, so umstøðurnar kunnu gerast betri við barninum í miðdeplinum.
Við hesum átøkum vóni eg, at vit koma longur á leið. Við hesum átøkum taka vit størri ábyrgd. Við hesum kunnu vit vera við at bróta tøgnina.
Við hesum eru vit eisini við at verja børnini!
Takk fyri!