Í morgin, leygardagin, klokkan 13 verður almenn móttøka á Vestaru Bryggju í Havn í samband við, at uppsjóvarskipið - Hoyvík - hjá Thor í Hósvík kemur á Havnina.
Sum vit hava lisið á In.fo, hevur Thor keypt uppsjóvarskipið M/S Østanger, og skipið kemur til Føroyar tíðliga í morgin, leygardagin.
Reiðaríið Thor í Hósvík hevur valt at kalla skipið Hoyvík, har reiðarin, Hans Andrias Kelduberg, eisini býr. Skipið er smíðað í 1979 á Sterkoder í Noregi og hevur áður verið heimahoyrandi í Føroyum.
Seinnu árini er skipið vorðið umbygt og nútímansgjørt, og reiðaríið í Hósvík heldur seg hava keypt eitt gott skip til veiði eftir uppsjóvarfiski.
Bruttotonsatalið er 2.056 MT, skipið er 65.69 metrar langt, og høvuðsmotorurin er ein 4.900 BHP.
Á almennu móttøkuni á Vestaru Bryggju í morgin fer reiðarin at bjóða vælkomin, og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, fer at siga nøkur orð.