Á valinum 31. august í 2019 fekk Fólkaflokkurin átta tingfólk. Tá landsstýrið var skipað, og trý av tingfólkunum vóru tilnevnd landsstýrisfólk, vóru boð eftir trimum varafólkum. Tá tingfólk taka sæti í landsstýrinum, skulu tey leggja tingsessin frá sær.
Trý tey fyrstu varafólkini vóru Heðin Zachariasen, Annika Olsen og Brandur Sandoy. Men Annika Olsen, sum tá var borgarstjóri í Havn, bað um farloyvi, og í hennara stað hevur Jóhan Eli Lyngvej Poulsen verið síðani.
Men samstundis sum Annika Olsen fór frá sum borgarstjóri á nýggjárinum, hevur hon boðað tingformanninum frá, at hon tekur sæti aftur á tingi. So frá nýggjárinum at rokna er Annika Olsen aftur tinglimur fyri Fólkaflokkin.
Tað upplýsir Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.
Hesi 8 vórðu vald á ting fyri Fólkaflokkinum á valinum 31. august í 2019:
1 | Beinir Johannesen | 998 |
2 | Jacob Vestergaard | 783 |
3 | Jørgen Niclasen | 722 |
4 | Jógvan á Lakjuni | 683 |
5 | Christian Andreasen | 580 |
6 | Jákup Mikkelsen | 548 |
7 | Uni Rasmussen | 465 |
8 | Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur | 461 |
Hesi eru fýra tey fyrstu varafólkini:
9 | Heðin Zachariasen | 342 |
10 | Annika Olsen | 289 |
11 | Brandur Sandoy | 289 |
12 | Jóhan Eli Lyngvej Poulsen | 230 |
Tingmanningin hjá Fólkaflokkinum er nú:
1. Beinir Johannessen
2. Jógvan á Lakjuni
3. Christian Andreasen
4. Jákup Mikkelsen
5. Uni Rasmussen
6. Heðin Zachariasen (1. varafólk)
7. Annika Olsen (2. varafólk)
8. Brandur Sandoy (3. varafólk)