Annika Olsen tikin á bóli

Løgtingskvinnan skal giftast um ein góðan mánað, men leygardagin tóku familjan hana og komandi mann hennara á bóli og høvdu tey til almenna framsýning í Vágsbotni í dýrdarveðrinum seinnapartin leygardagin

Tá ið Annika Olsen gníggjaði svøvnin úr eygunum í dýrdarveðrinum leygarmorgunin, grunaði hon ikki, at hetta skuldi blíva ein heilt serligur dagur.

Tann 5. juli skal skal hon giftast við Jacobi Horn, telduverkfrøðingi í nærverkinum, men tað kemur nokk ikki so óvart á hana.

Tað, sum kom óvart á hana fríggjamorgunin er, at næstringar og vinfólk tóku ræðið á degnum hjá henni og manninum og førdu tey runt í Havnini á motorsúkklu, hestbaki og bili.

Dagurin byrjaði klokkan níggju, tá ið ein riðil av fólki gjørdu innrás heima hjá Anniku við morgunmati.

Eftir tað kom bilur eftir teimum og koyrdu tey niðan á Hotel Føroyar, har tvey saðlað ross stóru fyri teimum og førdu tey ein túr út í Havnardal, greiðir systirdótturin, Bjørk Olsen, frá.

Afturkomin stóðu tvær motorsúkklur fyri teimum og koyrdu tey runt í Havnini, og líka til Oyragjáar, áðrenn tey stevndu suðuraftur til Havnar og oman í Vágsbotn, har kokkurin á Toscana hevði borðreitt við hvítum dúki, rósum og einari lættari máltíð og har sótu tey so til almenna framsýning beint undir føroysku tjóðarhetjuni, Nólsoyar Pálli ímeðan Sigrid Rasmussen spældi bleytar tónar á violin fyri teimum.

Aftaná kom bilur eftir teimum og koyrdu tey í svimjihøllina, har tey sleppa at hvíla seg eina løtu í gosbaði, men so er tað beint á hvør sína traðkisúkklu oman í kommunuskúlan, har dvd við dansiskeiði verður settur frá og har skulu tey so læra seg at dansa – ikki brúðarvals- men cha cha.

Í kvøld savnast tey so heima hjá bróðrinum Martini Karl, har stór veitsla verður í kvøld.

Sjálv brúdleypsveitslan verður í HB húsinum fyri innbodnum.