Annika Vang nøgd við stigini

Hóast 19 ára gamla Annika Vang ikki skeyt, sum hon plagar til HM, so er hon sjálv rímiliga væl nøgd við úrslitið hjá sær sjálvari

Serliga tíðliga í kappingini sá onki út hjá Anniku Vang, men út á dagin gekk frægari og tá liðugt var, hevði hon 536 stig, sum er rættiliga langt undir tí, hon plagar at hava. Hinvegin var tað ikki bara sum at siga tað at sleppa millum 32 tey bestu, sum sleppa at skjóta finaludystir, tí har var kravið 555 stig, og tað er ikki ofta, at Annika Vang er har uppi.

- Tað gekk betri enn seinast, og eg eri rímiliga nøgd við stigini, sigur Annika Vang, sum eisini var til innandura HM fyri fýra árum síðani, tá tað var í Aalborg. Í ár var tað í Rzeszow í Póllandi.

Annika Vang luttók í bólkinum recurve kvinnur og gjørdist – við sínum 536 stigum av 600 møguligum – nummar 42 í heiminum innandura.

Støðið á kappingini var hægri enn tað nakrantíð hevur verið, og tann, ið hevði mest stig innleiðandi hevði 592 stig. Hetta er nýtt heimsmet fyri kvinnur á 18 metrum.

Við øðrum orðum var Annika Vang liðug í HM innandura 2009, og kann kalla seg kvinnu nummar 42 í heiminum í recurvebólkinum.