Tjóðveldi boðar í kvølf frá, Sjúrður Skaale er farin frá sum formaður Tjóðveldis á tingi - Sagt verður frá, at tingbólkur Tjóðveldisins hevur umskipað seg. Sjúrður Skaale er farin frá sum formaður í tingbólkinum, og Annita á Fríðriksmørk hevur tikið við sum formaður. Soleiðis sigur Tjóðveldi frá í tíðindaskrivi í kvøld. Annita á Fríðriksmørk hevur fyrr verið forkvinna í Tingbólkinum hjá Tjóðveldinum, sum telur átta tingfólk.