Fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla. Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin.
Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um at hanga skelti upp við skúlar við áheitan um at vísa ansni.
Skelti eru tó ikki nóg mikið. Ráðið fyri Ferðslutrygd viðmælir foreldrum at fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.
Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum ella við at hyggja í eina bók. Vit mæla tí til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt.
Góð ráð og venjingar eru at finna á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Allir næmingar í 1. flokki fáa eisini aftur í ár ein flottan súkkluhjálm, og í heyst fáa tey yngstu endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.










