Klokkarin í Notre Dame á føroyskum í Norðurlandahúsinum

Sangleikurin er til alla familjuna, og kenna fólk ivaleyst best søguna frá Disney teknifilminum. Fimm av okkara mest evnaríku tónleikarum spæla upp á 25 ymisk ljóðføri, syngja og spæla sjónleik. 

Tíðindaskriv:

 

Søgan snýr seg um einsamalla og mishátta klokkarin Quasimodo. Hann býr í tornunum á Notre Dame kirkjuni. Fyrstu ferð hann vágar sær út um kirkjumúrarnar, møtir hann Esmeraldu og verður drigin við á eina spennandi og vandamikla ferð í París, ferðin, ið broytir alt.

 

”Vit ynskja at geva øllum føroyingum eina stóra og serstaka uppliving, ið ikki er sædd áður í Føroyum”. siga fólini handan leikin.   

Sangleikurin snýr seg um kærleika, og er fullur av fantastiskum tónleiki og kendum sangum

 

Fimm føroysk tónlistafólk pallseta og spæla sjálv allar leiklutirnar, syngja kór og mynda alt orkestrið við ljóðførum sum pumpuurgu, flygli, paukum, marimbu, kontrabassi, tvørfloytu og gittara. Tey eru útbúgvin úr Prag, Barcelona, Keypmannahavn og Aarhus.

 

Tónaskaldið Alan Menken, sum eisini er kendur fyri tónleikin í m.a. AladdinBeauty and the Beast og The Little Mermaid, hevur skrivað tónleikin.

 

Leikurin er egnaður til øll millum 7 og 100 ár

 

Leikarar

Aksel Remmel: Phoebus, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn

Ári Berghamar Danielsen: Clopin, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn

Bergur Fonsdal: Frollo, útbúgvin á The Academy of Performing Arts í Prag

Borgfríð Fonsdal: Quasimodo, útbúgvin á Institute of the Arts í Barcelona

Maria á Lakjuni: Esmeralda, útbúgvin á jútska musikkonservatoriinum í Aarhus

 

 

Leikstjóri: Jákup Veyhe

Pall- og búnasniðgevi: Sámal Blak

Ljóssnið: Súni Joensen

Ljóðsnið: Baldur Kampmann

Búnamakari: Anna Kristin Bæk

Koreografur: Jakub Peśek