Almannaverkið leigustuðulin. Almannaverkið skrivar at umsóknar bløð verða tøk á heimasíðuni 1. september.
Húski, sum býr til leigu sambært leigulógini í sjálvstøðugari íbúð við egnum køki, og sum ikki eigur aðra fastogn, ið kann nýtast sum bústaður, kann hava rætt til leigustuðul sambært løgtingslóg um leigustuðul.
Leigustuðulin er 20 prosent av húsaleiguni sum ásett í leigusáttmálanum, men í mesta lagi 1.500 krónur um mánaðin.
Fyri húski við einum persóni yvir 18 ár lækkar leigustuðulin við 5 prosent av inntøkugrundarlagnum, sum er omanfyri 350 túsund krónur.
Fyri húski við tveimum ella fleiri persónum yvir 18 ár lækkar leigustuðulin við 5 prosent av inntøkugrundarlagnum, sum er omanfyri 500 túsund krónur.
Verður leigustuðulin lægri enn 300 krónur, fellur stuðulin burtur.
Omanfyri nevndu upphæddir verða javnaðar sambært løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.










