Skúlin við Løgmannabreyt fingið nýggjan stjóra

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Turid Vang Frederiksen í starv, sum skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt frá 1. Septembur 2026.

Turid er 50 ára gomul, er ættað úr Froðba og búsitandi í Hoyvík.

 

Hon hevur tikið læraraútbúgving í 2013. Áðrenn Turid varð útbúgvin lærari, var hon útbúgvin granskoðaranæmingur við HD. Hon er farin undir eftirútbúgving innan leiðslu.

 

Turid hevur drúgvar undirvísingarligar royndir í fólkaskúlanum.

 

Eisini hevur hon leiðsluroyndir í privatu vinnuni, sum rokniskaparleiðari og fíggjarleiðari.