Adrian R. Justinussen var á vøllinum í 71 minuttir, tá AC Horsens tók móti Brøndby á Hybel Arena leikvøllinum.
Brøndby vann dystin 2-0. Teir skutu eitt mál í hvørjum hálvleiki.
Heimaliðið hevði líka nógvar málroyndir, men teir hjá Brøndby dugdu betur at gagnnýta sínar.
Horsens hevur eitt stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar í donsku superliguni hetta kappingarárið.
Komandi sunnudag klokkan 13 hevur Horsens dyst á útivølli móti OB.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-Brøndby 0-2 (0-1). Í samandráttinum sæst Adrian leggja upp til eina góða støðu hjá heimaliðnum:
##med2##










