Løgreglan í Ekvador hevur funnið átta lamløstað lík í einari hópgrøv í einum ólógligum námi har suðuri í landinum.
Fólk í økinum hava eisini sagt, at tey hava saknað fleiri fólk í familjuni.
- Líkini vórðu jarðað umleið tveir metrar undir lendinum. Tey vóru bakbundin, og fleiri likamslutir vórðu høgdir av.
Myndugleikarnir í Ekvador siga, at fyribils kanningar vísa, at líkini eru jarðað fyri fáum døgum síðan.
Sagt verður, at løgreglan fór á fjarskotnu leiðina eftir, at tey høvdu fingið boð um skjóting.
Tað var í Pucara í landslutinum, Azuay, har ólóglig leitan eftir kopari og gulli hevur vundið upp á seg seinnu árini.
Hetta er hent, samstundis sum eitt kriminelt ránsmannalið hevur verið meira og meira aktivt í økinum.
Tv2.no veit at siga, at Ekvador er broytt frá at hava verið eitt av friðarligu londunum í Latínamerika til at vera eitt land við nógvum kriminaliteti.
- Landið virkar sum miðstøð fyri kokainsmugling úr Meksiko og Kolumbia til eitt nú Evropa, verður lagt aftrat.
Ekvador er heimsins størsti útflytari av bananum, og fleiri ferðir er avdúkað, at kokain er smuglað úr landinum saman við bananum.
Azuay-landsluturin er millum tíggju økir í Ekvador, sum síðan juni í ár hevur verið lýstur í undantaksstøðu orsakað av veksandi harðskapi, veit Tv2.no at siga.










