Ansu Højgaard til minnis

Tað kom dátt við, tá boðini bórust, at Ansa fastur var farin. Ansa gjørdist 65 ára gomul, sum í dag ikki verður roknað fyri at vera ein høgur aldur.


 Tá tú ert blivin 65 ár, er tað ein onnur tíð sum skal njótast. Tá er tað pensjónsaldurin byrjar, og nógv fólk síggja fram til at skula nýta sínar dagar saman við makanum, gera ting saman, sum tey ikki fingu tíð til. Tá skal alt tað gerast, sum hevur ligið á láni.
 
Lenni og Ansa fingu tó ikki henda møguleikan saman, men hava hóast alt fingið nógv góð ár saman. Tey blivu gift í 1960, og hava tí liva eitt langt lív saman. Hjá Ansu lá onki á láni, hon livdi í degnum og dugdi tað. Livdi lívið í tráð við, at alt skal enda ein dag, og tað ger tað eisini fyrr ella seinni hjá øllum menniskjum. Ansa dugdi at vera á lívi. Hon var altíð til dystin fús, óansæð í hvørjum høpi. Hon dugdi at grína við teimum glaðu og verða hjálp fyri tey sum høvdu tað tyngri.  
 
Ansa var eitt lívsstykki,  var so løtt í sinni og virkaði so frísk og glað, men hon hevði eisini sjúku at dragast við. Tú grunaði ikki tá tú vart saman við henni, at hon var sjúk, hon var ikki tann sum lat sjúku og annað stýra sínum lívi, hon var sera aktiv, og hon settust ikki aftur fyri tað at hon var sjúk.   
 
Ansa var sera stuttlig og hugnalig at vera saman við, og eg kendi hana bert fyri hennara lætta og glaða lyndi. Eg havi mangan verið saman við henni til ymiskt, og har sum hon var, bleiv altíð látur og lætt tos. Tú keddi teg ikki í hennara selskapi.
 
Ansa var altíð klár at hjálpa, at hugna um, gera okkurt gott at eta, og vælgjørd uppá allar mátar. Hon var so ruddilig og heimlig, at ongin kundi mátast við hennara dygdir á húsliga økinum.
 
Ansa gjørdi og legði eitt stórt arbeiði í ymisk áhugafeløg. Hon virkaði fyri at savna pening inn til ymisk endamál, og hon var altíð so sera røkin, tá alt skuldi greiðast úr hondum. Hon savnaði pening inn fyri Giktafelagið í áravís, og hennara inntøka var trygdin fyri nógvum tiltøkum sum felagið hevði.
Men tað var ikki tað einasta. Tú kundi altíð rokna við henni, tá tú sat í nevnd saman við henni. Hon var so álítandi og arbeiðssom, og har skuldi ongantíð nakar fara afturumaftur, tí hon var trygdin hjá øllum fyri dygdar arbeiði.  
Onnur feløg kendu eisini ágóðan av hennara arbeiði. Stóri skarin sum fylgdi henni til hennara seinasta hvíldarstað bar eisini prógv um hetta.
 
Tað bleiv sagt við jarðarferðina, at Ansa megnaði at vera ung við teimum ungu og gomul við teimum gomlu. Hetta kundi ikki sigast meira hóskiligt til hana, tí akkurát so var hon. Øll kendu seg væl saman við henni, ung sum gomul.
 
Ansa var so sera góð við sína familju, altíð so fegin og stolt av sínum ommubørnum. Hon livdi veruliga í teirra selskapi, og segði ofta frá hvussu stuttligt tað var at hava øll ommubørnini um seg.
 
Hon kendi eisini til at missa, og vit báðar tosaðu fleiri ferðir um ta sváru hending tá hennara ommusonur doyði í ferðsluvanlukku. Hon spurdi oftani meg um hvussu eg hevði tað, og vit kundu tosa saman um nakað sum vit báðar høvdu kent sviðan av.
 
Tá vit við jarðarferðina sungu hesar reglurnar:
Hann sum alt mítt ber í faðirbarmi
hvønn ein dag á fold mær senda vil
partin mín av frøi og av harmi
sum eg júst man treingja til.
 
Tá kom mær til hugs, at hetta kundi verið yvirskriftin av hennara lívið, og passaði so væl til Ansu, og tað sum hon stóð fyri. Hon hevði upplivað sín part av bæði frøi og harmi, og hóast tað var hon trygg og opin um tað, sum hon trúði uppá, at í Guds hondum eru vit borin bæði tá gongur væl og tá gongur illa.
 
Góðu tit, Lenni, Hans Jacob, Súnfríður og Helmund við familju, tit hava mist eina góða konu og mammu, sum livdi og andaði fyri tykkum. Eisini sum omma, kemur stóri saknurin at kennast hjá tykkum frameftir. Tit sakna hana, og tað eru vit fleiri sum eisini gera. Vit eru nógv sum vilja minnast hana fyri tað hon var, glað, røkin, arbeiðssom, og ikki minst eitt lívsstykki.
 
Friður verið við minninum um Ansu fastur.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$                                                                                                        Leila        <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$