Antibiotikaresistentar bakteriur - ein støðugt vaksandi heilsulig hóttan

Antibiotikaresistentar bakteriur eru eisini í Føroyum. Almanna- og heilsumálaráðið skipar fyri ráðstevnu um hóttanina verður sagt í tíðindaskrivi. Antibiotika er um at missa sínar lekjandi eginleikar

60 tey seinastu árini hevur antibiotika, vanliga nevnt penisillin, verið tað munabesta vápnið móti infektiónum, ið standast av bakterium og øðrum smáverum. Tað er ikki minst penisillininum fyri at takka, at livialdurin í tjúgundu øld varð munandi øktur. Soleiðis er ikki longur. Tær sjúkuelvandi smáverurnar skapa resistens fyri antibiotika, og fleiri av teimum eru multiresistentar. Tann dapra niðurstøðan er, at antibiotikaresistentar bakteriur eru ein álvarsom heilsulig hóttan um allan heimin.

Í 1998 vóru 80 millónir antibiotikareseptir skrivaðar út í USA, og hetta svarar til 12.500 tons um árið. Amerikanski landbúnaðaurin brúkar 18.000 tons um árið. Nakað tað sama ger seg galdandi um allan vesturheimin. Avleiðingin er, at meira enn 70 prosent av sjúkuelvandi bakterium nú eru resistentar fyri teimum antibiotika, ið vanliga verða brúkt í viðgerðini.

Eru MRSA og multiresistentar bakteriur í Føroyum?

Tann fyrsti MRSA (Meticillin Resistentir Staphylococcus aureus), varð skrásettur í Føroyum í 2004 MRSA eru stafylokokkar, ið hava útviklað resistens fyri meticillin, eisini kallað Diclocil ella Dicilin, sum tey flestu av okkum hava tikið fyri onkra infektiónssjúku. Síðani 2004 eru 17 tilburðir av MRSA skrásettir í Føroyum, av hesum 11 í 2007, hin seinasti í oktober. Ongin nýggjur tilburður av MRSA er skrásettur higartil í ár, men tveir tilburðir av multiresistentum bakterium eru skrásettar.

Eins og MRSA eru multiresistentar bakteriur resistentar fyri einum ella fleiri av teimum antibiotika, ið vanliga verða brúkt til at viðgera infektiónir, ið standast av hesum bakteriunum. Antibiotikaresistentar bakteriur eru vorðnar ein álvarsamur trupulleiki, ið hevur rakt allan heimin. Orsøkin til, at vit nú eru um at missa tamarhaldið á teimum sjúkuelvandi smáverunum, er, at antibiotika verður brúkt uttan fyrilit til at viðgera mest sum allar infektiónir ? eisini slíkar, har antibiotika als ikki skuldi verið brúkt. Úrslitið er, at færri og færri antibiotika eru tøk til at viðgera álvarsamari infektiónir.

Tiltøk sett í verk í Føroyum ímóti, at MRSA hóttir í Føroyum

Í 2007 setti føroyska heilsuverkið sær sum mið, at MRSA ikki skal breiða seg í Føroyum. Tiltøk vórðu tí sett í verk at forða fyri tí. Sjálvandi er tað ikki nakað einfalt ella lætt tiltak at fremja. Føroyingar ferðast um allan heim, og av og á hendir tað, at teir verða innlagdir á okkurt útlendskt sjúkrahús. Til dømis í sambandi við óhapp á skíðferð. Nógvir sjúklingar verða viðgjørdir á donskum sjúkrahúsum, har ein eisini kann verða smittaður við MRSA ella multiresistentum bakterium.

Grundreglan í tiltakinum er ?Search & Destroy? ? tað vil siga, at leitað verður eftir MRSA í teimum førunum, har MRSA kann verða borið við sjúklingum, ið verða fluttir av útlendskum sjúkrahúsum til eitt føroyskt sjúkrahús. Verður MRSA staðfest, verða fólk sett í serliga MRSA-týningarviðgerð. Umráðandi er, at alt húskið verður sett í viðgerð ? eisini hóast eingin annar í húsinum er smittaður av MRSA. Hetta verður gjørt fyri at forða smittuni í at fara frá einum til annan í húskinum.

Tað eru ráðgevandi mikrobiologurin, kommunulæknarnir, hygieinusjúkrarøktarfrøðingurin og landslæknin, ið standa fyri MRSA kanningunum og týningarviðgerðini.

Ráðstevna í Føroyum um MRSA og multiresistentar bakteriur

Fyri at halda fast um endamálið við MRSA virkisætlanini skipar Almanna- og heilsumálaráðið og MRSA-nevndin fyri eini ráðstevnu, ið skal lýsa støðuna í Føroyum. Ráðstevnan, ið er fyri heilsustarvsfólk, verður hildin fríggjadagin 28. november 2008 á Hotel Føroyum. Endamálið er at greina evnið og at lýsa tey fyribyrgjandi tiltøkini, ið higartil eru sett í verk, serliga í Danmark, Grønlandi og í Føroyum. Men av tí, at spjaðingin av antibiotikaresistentum bakterium er ein heimsumfatandi trupulleiki, verður spurningurin eisini lýstur í hesum høpi.

Í Rás2 tíðindunum er William Smith, hygieinusjúkrarøktarfrøðingur við í studio at tosa um hesa hóttan