Skattalætti
? Vit fara at halda fast um skattalættan til tað síðsta. Men sum støðan er í løtuni, verður tað trupult.
Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at sum støðan er, kann tað verða ómetaliga trupult hjá samgonguni at røkka ætlanini um at lækka skattin.
Samgongan hevur sett sær fyri at lækka skattin 60 milliónir um árið, ella 240 milliónir tilsamans tey næstu fýra árini.
Samstundis var skattalættin høvuðsboðskapurin hjá sambandsflokkinum í valstríðnum.
Men hósat ein sambandsmaður er settur á kassan, er tað als ikki sagt, at samgongan megnar at halda lyftið um skattalætta.
Herfyri váttaði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyri sosialinum, at sum støðan er í løtuni, verður tað sera, sera trupult at veita skattalætta.
Og Bárður Nielsen er heldur ikki longur so heilt vísur í, at tað fer at eydnast samgonguni at seta skattalættan í verk.
? Bæði undir valstríðnum og tá ið samgongan varð skipað, vistu vit ikki at støðan í samfelagnum var so vánalig, sum hon er og sum útlitini eru nú, kann tað vera trupult at lata skattalætta, sigur Bárður Nielsen.
Men hann leggur dent á, at samgongan fer at halda fast um fráboðaða skattalættan til tað síðsta.
? Vit hava skrivað í sjálvt samgonguskjalið, at vit skulu lækka skattin og tað halda vit fast um til tað síðsta.
Skattatrýstið hækkar
Bárður Nielsen sigur, at verður skatturin ikki lækkaður 60 milliónir, førir tað við sær, at skattatrýstið í veruleikan um hækkar.
Tað kemst av, at eftir sáttmálunum fara lønirnar at hækka og tí flyta nógvir løntakarar upp í ein hægri skattastiga.
Bara fyri at halda skattastigan óbroyttan hjá skattgjaldaranum, kostar 60 milliónir. Lækka vit ikki skattin, er talan sostatt um eina skattahækking upp á 60 milliónir.
?Lækka vit ikki skattin, fer skattainntøkan hjá landskassanum sostatt at hækka 60 milliónir, um so er, at ongar aðrar fortreytir broytast.
? Talan er sostatt um eina skattahækking hjá fólki.
Tí heldur Bárður Nielsen, at tað er ikki meiri enn rímiligt at lækka skattin 60 milliónir.
?Lækka vit skattin 60 milliónir, hevði tað sostatt eisini ført við sær, at landskassin hevði fingið tað sama inn í skatti, sum árið fyri, um annars ongar aðrar fortreytir broytast.
? Tað fer ikki at minka um skattainntøkurnar hjá landskassanum, tí samstundis hækka lønirnar.
Men landsstýrismaðurin sigur, at sum útlitini eru nú, er búskaparliga støðan versna og spurningurin verður, hvat ber til.