Mikudagin blásti Anton Øster fimm ljós á føðingardagskøkuni hjá sær. Gávurnar vóru nógvar, tá ið familja og vinir komu í føðingardag, og føðingardagsbarnið hevði næstan ikki tíð at sita í frið.
Dagurin var hildin sum ein rættur føðingardagur skal – við køkum, kakao og bollum – og fyri familjuna var føðingardagurin enn ein staðfesting av, at Anton er nakað serligt.
Hann varð føddur tríggjar mánaðir ov tíðliga og vigaði bert 1003 gram, tá ið hann kom í verðina við keisaraskurði. Næstu mánaðirnar kundi eingin veita trygd fyri, at hann fór at yvirliva, men Anton var sterkur og treiskur, og við góðari hjálp frá danska og føroyska heilsuverkinum kom lítli drongurin ígjøgnum teir fyrstu truplu mánaðirnar.
- Anton er eitt undur. Tað er ótrúligt, at hann skuldi yvirliva, sigur mamman, 26 ára gamla Bjørghild Hákonardóttir.
Helt seg verða deyðasjúka
Søgan um Anton byrjar í februar mánaði 2002. Tá gjørdist Bjørghild Hákonardóttir varug við, at alt var ikki, sum tað skuldi verða hjá henni. Hon kendi seg sjúka, og hon varð løgd inn á Landssjúkrahúsið til kanningar. Læknin segði, at hann hevði merkti onkran vøkstur, men at hann visti ikki, hvat tað var.
- Eg helt, at eg hevði kreft og fór at doyggja. Læknarnir funnu tó ikki rættiliga út av, hvat tað var, sum feilaði mær. Teir tóku so eina graviditetstest bara fyri at útiloka, at eg var upp á vegin. Eg hevði jú eingin tekin um, at eg varð við barn. Tá funnu teir fram til, at eg var ikki sjúk, eg var upp á vegin, og eg var komin fýra mánaðir, greiðir Bjørghild frá.
Ein mánað seinni kom fyrsta teknið um, at alt fór ikki at ganga, sum tað skuldi.
- Tað var ein fríggjadagur, og eg fór í bankan í Hornabø. Skuldi taka pengar út við eini bankabók. Nógv fólk vóru inni, tí tað var beint áðrenn tey stongdu, og júst sum eg var komin til kassan, føldi eg, at okkurt hendi við mær. Eg helt, at eg fór at bløða, og eg skundaði mær heim til mammu mína. Tá vísti tað seg, at forsturvatnið var farið, og eg varð løgd inn á sjúkrahúsið beinanvegin.
- Eg var seingjarliggjandi á føðideildini í einar tríggjar vikur, og tá ráddu læknar mær til at taka abort. Teir søgdu, at eg fór ikki at fáa eitt normalt barn, eg var ung og hevði tíðina frammanfyri mær. Men eg vildi ikki taka abort. Eg veit ikki rættiliga hví, men tað kom ikki upp á tal.
Slapp ikki at mussa sonin
Bjørghild var so send til Danmarkar at liggja á sjúkraúsi, og eftir eina viku á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, fekk hon verkir.
- Alt kendist framvegis so óveruligt, tí tað vóru bara tveir mánaðir gingnir, síðani eg hevði fingið at vita, at eg var við barn. Eg hevði als ikki fyrireikað meg mentalt til at skula eiga eitt barn, sigur Bjørghild.
- Eg átti við keisarasnitti. Barnið varð tikið úr búkinum og koyrt í ein plastikkposa av onkrum slagi fyri at halda hitan. Eg sá líka snýði í dreinginum, áðrenn læknarnir fóru avstað við honum. Eg fekk at vita, at hann hevði trupult við at anda, tí lunguni vóru ikki nógv væl útviklað.
Nýføddi drongurin varð lagdur í eina kuvøsu, og har skuldi hann hava frið at liggja.
- Eg slapp ikki at nerta við hann, kela hann ella mussa hann. Tað var næstan, sum at eg hugdi eftir einum fremmandum barni, og eg visti ikki, um eg skuldi verða kedd ella glað. Tað gingu fýra vikur, áðrenn eg mussaði hann fyrstu ferð, sigur Bjørghild.
- Eg fekk ikki vanligu upplivingina, sum ein mamma fær, tá ið hon fær eitt barn. Eg hevði ongan búk havt, eg gav ongantíð bróst, eg visti bara í tveir mánaðir av, at eg var upp á vegin, og tá ið hann varð føddur, slapp eg ikki at nerta við hann og hava hann hjá mær. Eg haldi, at tað gingu einir seks mánaðir, áðrenn eg veruliga fekk mammukenslu fyri honum. Tað havi eg onkuntíð ringa samvitsku av nú.
Anton vigaði 1003 gram, tá ið hann varð føddur, men fyrstu tíðina fór hann niður í vekt, so at hann eitt skifti vigaði bert 785 gram.
- Eg slapp at hjálpa til at passa hann í kuvøsuni, og tað var eg glað fyri, sjálvt um eg ikki slapp at taka hann upp og hava hann hjá mær. Hann skuldi hava frið, og so vóru nøkur føst tíðspunkt, har hann skuldi hava at eta ígjøgnum eina sondu og skuldi skiftast.
- Tá ið eg skuldi nerta við sonin hjá mær fyrstu tíðina, skuldi eg spritta fingrarnar áðrenn. Tað var ein undarlig kensla, og tað var trupult at fáa mammukenslu fyri honum á hendan hátt. Eg kendi meg næstan sum ein áskoðara, og eg fekk eisini at vita, at eg skuldi verða góð við hann, men ikki ov góð við hann, tí eg kundi missa hann, nær tað skuldi verða.
Stúrdi fyri tómari kuvøsu
Eftir at Bjørghild hevði verið innløgd á Ríkissjúkrahúsinum í eina viku, flutti hon á Hotel Tórshavn at búgva, og so ferðaðist hon hvønn dag til Ríkissjúkrahúsið.
- Eg stúrdi hvønn dag fyri at koma til eina tóma kuvøsu. Tað lógu jú nógv onnur børn á deildini, sum vóru fødd ov tíðliga, og har doyðu fleiri av teimum, meðan eg var har. Tað var sera hart at vera har, og tað sást eisini aftur á sjúkrasystrunum. Við hvørt setti onkur teirra seg niður at gráta.
Tað gekk eitt sindur upp og niður hjá Anton, men hann kom spakuliga fyri seg. Hann var á Ríkissjúkrahúsinum í tríggjar mánaðir, áðrenn hann varð sendur heim til Føroya. Fyrstu tíðina lá Anton á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
- Tað var ikki lætt at koma heim til Føroya. Nógv fólk kom at vitja á sjúkrahúsinum, og eg kendi við hvørt á mær, at hann lá til útstilling – sum um tað var ein zoologiskur havi. Eg orkaði ikki at siga søguna umaftur og umaftur, og tað ringasta var, tá ið fólk, sum eg nóg illa kendi, komu at hyggja og spyrja.
Eftir eina tíð á Landssjúkrahúsinum, slapp Anton umsíðir heim við mammu og pápa sínum, men framvegis skuldi tað ansast væl eftir honum, og hann skuldi javnan kannast av læknunum.
- Á sjúkrahúsunum vóru alarmar, um hann ikki andaði nóg væl, ella okkurt annað var á vási, og tí var tað trupult at koma heim við honum, og einki var at ávara okkum. Eg vaknaði óteljandi ferðir um náttina og stúrdi fyri, at okkurt var galið. So kundi eg finna upp á at koyra undir hann fyri at vita, um alt var í lagi. Eg var øgiliga bangin fyri, at hann fór at doyggja.
Lívligur og fittur drongur
Fyrsta árið skuldi Anton ikki í samband við onnur børn, tí hann var so sartur, og tað var ikki altíð lætt.
- Eg helt, tað verða eitt sindur flovisligt, tá ið fólk komu á vitjan, og eg mátti siga við tey, at tey skuldu vaska hendurnar væl, áðrenn tey nortu við Anton, tey máttu ikki nerta við føturnar ella hendurnar, og tey máttu ikki mussa hann.
- Eg sat heima hjá Anton í eitt ár, og eg misti vinfólkini, sum eg hevði havt. Tá ið eg onkuntíð fór trillitúr, so royndi eg eisini at sleppa undan fólki, sum eg kendi, tí eg orkaði ikki at svara spurningum og siga søguna umaftur, sigur Bjørghild.
Hálvtannað ár eftir at Anton var føddur, fóru hon og sjeikurin hvør til sítt, og síðani hevur Bjørghild verið einlig mamma. Hon hevur tikið HF-prógv og starvast sum sølufólk á Smyril Line.
- Eg havði als ikki klárað hetta uttan ta stóru hjálp, sum eg havi fingið frá familjuni – bæði mínari familju og familjuni hjá pápanum. Eg og pápi Anton eru ikki longur saman, men vit finna væl út av tí, sigur Bjørghild.
Anton hevur tað gott, men framhaldandi ræður um at ansa væl eftir honum.
- Eg fari altíð at verða upp á vakt, og tað eru pedagogarnir í barnagarðinum eisini. Anton hevur altíð verið ein lættur drongur at hava. Hann hevur ikki havt tey eyðkennini, sum ov tíðliga fødd børn vanliga hava, og tað sæst ikki á honum, at hann var føddur tríggjar mánaðir fyri tíð.
- Hann er eitt sindur seinni á veg enn sínir javnaldrar, men hann hevur klárað seg væl og er ein lívligur drongur. Hann kann verða eitt sindur asosialur við hvørt, men hann smæðist alt ikki burtur. Hann er bæði djarvur og framligur, sigur mamman.
Og at Anton er ein lívligur drongur sæst til fimm ára føðingardagin hjá honum, har pakkar skulu latast upp, køkur etast og kako drekkast.
Anton er eitt undur.
*****
Fekk navnið beinanvegin
Tá ið Bjørghild Hákonardóttir átti sonin hjá sær á Ríkissjúkrahúsinum, skuldi hon geva honum navn beinanvegin. Hon fekk eisini tilboð um at doypa hann.
- Ein orsøk til, at barnið skuldi hava navn beinanvegin var, at tey vildu ikki hava børn liggjandi við einum nummari á føðideildini. Børnini skuldu hava eitt navn, hóast útlitini ikki vóru tey bestu fyri at yvirliva. Tað var eingin trupulleiki hjá okkum, tí vit høvdu avgjørt langt frammanundan, at hann skuldi eita Anton, sigur Bjørghild.
Anton mátti fyrst taka eftirnavnið hjá mammu síni, men hetta er seinni broytt, so at hann nú eitur Anton Øster.
*****
Saknaði ráðgeving
Tað hava verið nógvir spurningar og ivamál, síðani Bjørghild Hákonardóttir fyri góðum fimm árum síðani fekk at vita, at hon var við barn. Barnið var føtt tríggjar mánaðir ov tíðliga, og við tí fylgja enn fleiri ivamál og spurningar.
- Eg fekk sera góða hjálp á Ríkissjúkrahúsinum og seinni á Landssjúkrahúsinum, men eftir at eg varð komin heim, saknaði eg at hava onkran at ringja til at spyrja um ymisk ivamál, sum eg hevði. Eg veit, at í Danmark hava tey slíka ráðgeving, og tað verða fleiri og fleiri børn fødd ov tíðliga, sigur hon.
- Sjálv fekk eg bjóða hjálp frá psykologi, men eg tók ikki rættiliga av tí. Eg gjørdi alt eitt sindur meira ljósareytt, enn tað var, og so helt psykologurin, at eg hevði ikki brúkt fyri hjálp, sigur Bjørghild.
*****
Størri møguleiki at yvirliva
Ein vanligur graviditetur varðar í 40 vikur, og av teimum umleið 60.000 børnunum, sum á hvørjum ári verða fødd í Danmark, eru unleið 200 børn, sum verða fødd “ekstremt ov tíðliga”, sum tað verður kallað.
Einstøk børn, sum eru fødd í 23. viku hava yvirlivað, meðan 90 prosent av børnunum, sum eru fødd í 27. viku, yvirliva. Hesi tølu eru støðugt blivin betur seinastu 20 árini.
Umleið 10 prosent av hesum børnum verða spastisk lammað, umleið 20 prosent fáa minni intelligenskvotient enn vanligt, og nøkur børn gerast blind ella deyv. Helvtin av børnunum, sum verða fødd “ekstremt ov tíðliga” vaksa og menna seg sum vanlig børn.