Í morgun vita útlendskar tíðindastovur at siga, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er komin til Ísraels.
Hetta er aðru ferð, síðan Hamas leyp á Ísrael við óteljandi rakettum hin 7. oktober, at amerikanski uttanríkisráðharrin vitjar Ísrael.
Undir vitjanini skal Antony Blinken eitt nú hitta ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu.
Sum skilst, fara teir báðir at umrøða, hvussu Ísrael kann verja seg í tráð við altjóða lóg.
Umrøðast skal eisini, hvussu talið av sivilum lagnum í krígnum í Gaza verður minst møguligt.
Tað er eitt nú tíðindastovan AFP, sum ber hesi tíðindi í morgun.
##med2##