Arafat og Palestina

? Arafat var ein stríðsmaður. Hann er helst størsta orsøkin til at Palestina hevur heimastýrið, og onkursvegna gerst eitt fullveldi. Men hann egnaði seg best til tað harða stríði, tá stríði skifti frá vápnum til orð og taktiskan politik, var styrkin ikki tann sama. Deyði Arafats kann gera, at fastlæstar støður verða royndar av nýggjum, tí nýggj fólk skulu samráðast og hava ikki læst seg fastan í diplomatiskum orðadráttum og ultimatum skrivar Bogi Eliasen, í Tinghelluanalysuni

Bogi Eliassen
??????

Nú fór hann, hesin skelvandi, rópandi stríðsmaðurin. Í einari tilgongd, sum allýsti bæði maktspæl og pengagreði hjá teim nærmastu, fór hesin uppreistarmaðurin, terroristurin, nobelfriðarheiðurslønarvinnarin og ikki minst milliarderurin. Alla mína tíð hevur hann verið ein av høvuðspersónunum í tí altíð kókandi Miðeystri. Av mótstøðumonnum skírdur yvirgangsmaður, av viðhaldsfólki frælsisstríðsmaður.
Vit hava seinastu nógvu árini, hoyrt og sæð nógv tíðindi um Ísrael og Palestina, men hvat snýr bardagin seg veruliga um?
Søgan
Palestina var eitt bretskt hjáland til endan av 2. heimsbardaga. Millum 1. og 2. heimsbardaga gjørdist Palestina eitt sonevnt protektorat, sum uttan tíðarætlan skuldi mennast til fullveldi. Tá búðu ikki so nógvir jødar í land-inum. Søgur siga, at Bretland dag um dag gjørdi óformligar avtalur við bæði palestinar og jødar, um hvør skuldi hava landið. Soleiðis stríddust báðir partar bæði við vápnum og samráðingum um at vinna sær rættin til landið. Eftir hetta var eitt stórt sirkus, sendinevndir fyri báðar partar ferðaðust kring allan knøttin fyri at vinna stuðul frá heimsins londum, fyri at fáa tey í sín part og góðkenna teirra stjórn sum tann suverena fyri táverandi Palestina, núverandi Ísrael, skuldi fáa sítt fullveldi. Ein heldur løgin partur av hesi søgu stendur nærhendis Cuzco í Peru. Har stendur ein kristusstandmynd, eftirgjørd tí í Rio, ið sigst at verða givin av kristnu palestinunum, sum vóru eina diplo-matiska ferð í Peru, til tess at fáa Peru at stuðla teim at vinna landið.
Borgarakríggj var millum partarnar upp undir 2. heimsbardaga. Bretland royndi at finna eina semju, við býta landið upp í jødiskt Ísrael og Palestina. Aftaná hart trýst og yvirgang frá serliga jødunum, bað Bretland beint aftaná 2. heimsbardaga ST koma upp í leikin, sum síðan gjørdi eitt uppskot, sum minti um tað bretska. Hetta gav jødunum 56% av landinum. Henda loysnin elvdi til borgarakríggj, og kanska øll tey kríggini Ísrael hevði við grannalondini. Endin var, at Ísrael samanumtikið kom best frá øllum orrustunum.
Samvitskubit
Ein orsøk til at jødarnir fingu so góðan stuðul, var at aftaná 2, heimsbardaga lá Evropa í skeljasori, flestu lond, íbúgvar sum leiðarar, høvdu nívandi samvitskubit av jødahatrinum, týningunum og forfylgingini, ið helst var sterk langt uttan fyri tann týska aksan eisini. Helst tí var tað ein perfekt skriviborðsloysn at geva jødunum lovaða landið aftur. Soleiðis kundu evropeisku londini linna sítt samvitskubit, sleppa av við jødarnar og síggja út sum góðdðr, við at geva plágaða fólkinum lovaða landið aftur. Gloymt var bara, at har búðu fólk. Endin var at jødarnir vunnu, og Ísrael sá dagsins ljós. Evropa fekk samvitskulætta, og slapp sær av við stórstu orsøkina til xenofobi, nemliga jødarnar. Onkuntíð hevur ein hug at spyrja seg sjálvan, um muslimar bert eru komnir í teirra stað.
Umstøðurnar kring skapanina av tí modernaða Ísrael, lýsa væl tað altjóða politiska spælið og tað sum oftani fyriferst, dupultspælið. Øll orrustan byrjaði við tí bretska diplomatiska dupultspælinum, at gera eina avtalu við báðar partar, sum síðan hevur gjørt tað ógjørligt, at finna ein millumloysn. Millumloysnin gerst ikki lættari av, at partar av báðum pørtum hava sum høvuðsmál at leggja hin í oyði. Hetta hava við sæð nærum dagliga við orðingum frá Hamas og m.a. ortodoxum og jødiskum búsetum í palestinsku økinum.
Friður?
Men hvat nú Arafat er farin? Ymsar eru metingarnar og oftani hevur ljóðað, at m.a. USA kravdi at fáa Arafat frá, fyri at fara undir at arbeiði við eini loysn uppá henda trupulleikan. Og hví? Arafat sat helst ov leingi við valdið. Kanska var hann persónliga ímyndin av mótstøðuni, persónliga ímyndin av rættinum til at vera ein palestinentisk tjóð. Hann var stríðsmaðurin, sum fyrst við yvirgangi og síðan við politikki royndi at skapa henda grundpall. Men hann var eisini ein valdsgreðingur, sum einahelst setti líka nógvar pengar á bók, sum hann læt fara víðari til sítt egna fátæka fólk, hetta av játtanum, onnur lond góvu palestinensisku tjóðini í neyð- og menningarhjálp.
Møguliga er tað rætt, sum onkur vil vera við, at nú Arafat er burtur, er møguleiki at samráðast um eina friðaliga loysn. Men er Sharon nakað frægari enn Arafat?
Eitt er vist, tað letur nakrar møguleikar upp. Deyði Arafats letur eisini tað spælið upp at taka maktina eftir Arafat. Tí kann tað eins væl syndra tað palestinensiska sjálvstðri. Bert fyri at taka nýggjari dømir úr heimssøguni, var okkum sagt, at við at seta Talebanar frá kundi eitt demokrati setast inn; við at seta Saddam frá, skuldi verið lag á manni at fingið eina demokratiska stjórn har. Sjálvandi kemur ein ráður kampur um vald í kjalavørrinum á slíkum, og tað at Arafat doyði soleiðis, ger ikki hesa innanhýsis orrustu minni. Umframt at sundurlaga Palestina kann hetta stríðið elva til fraktiónir av yvirgangsbólkum, sum eingin kann stðra, og sum soleiðis við yvirgangi kunnu leggja eina og hvørja friðarætlan í grús. Hinvegin skulu vit minnast til, at allar friðarætlanir, sum USA er við í, verða trðstar av, at jødarnir í USA hava stóra ávirkan, tí teir bæði politiskt og fíggjarliga eru sterkir. Hetta er eitt dømi um, at uttanríkispolitikkur partvís verður stýrdur av innanlendispolitikki. Sama sæst m.a. í USA mótvegis Kuba. Fáur ivast í at Kuba fyri langari tíð síðani hevði verið eitt praktkapitalistiskt liberalparadís, um USA tók sínar forðingar av. Hetta vilja kubanarnir í útlegd í Florida ikki vita av. Teir ynskja eina harða kós og teir hava stórt vald sum valbólkur í Miami, umframt at Kuba hevur verið ein takksom fíggindamynd hjá USA at hava.
Valdsspælið
Fyri at venda aftur til Palestina, standa vit í eini støðu har eingin veit hvat henda kann. Kappingin um at taka við valdinum eftir Arafat og hvør fær valdið, er avgerðandi fyri um veruligar samráðingar verða og eftir hvørjum leisti. Samstundis er tað avgerandi, um hesin kampurin fragmenterar Palestina ella ikki. Landið liggur í einum ófriðaligum øki, har vandi javnan er fyri samanbrestum. Hinvegin so roynir ES at lata seg upp fyri samstarvi við hesi øki, gomlu italsku handilsøkini, sum verða við sonevndi upprunaavtaluni fyri Evropa og Miðalhavið, sum Føroyar eisini verða partur av í næstum.
At hyggja at Ísrael við stjórnmálaeygum er løgið. Nógv orka hevur verið løgd í at byggja upp eina perfekta valskipan, soleiðis at øll eru umboðaði. Men hetta hevur ikki hjálpt, tá t.d. prísurin fyri vatn í palestinentisku økjunum til tíðir hevur verið fleiri ferðir størri enn í jødiskum økjum. Valskipanin hevur ikki megnað at fáa jødar og palestinar at liva friðaliga saman í sátt og semju.
Tað er givið, at ein partur av orrustuni snðr seg um atgongd til vatn. Fær Palestina tey søguligu økini, gerst Ísrael illa fyri hesum viðvíkjandi. Tað er eisini givið, at týdningarmestu altjóða aktørarnir arbeiða fram ímóti at Palestina fer frá at verða eitt heimastðri til eitt fullveldi.
Ein ætlan at loysa henda trupulleikan krevur, at atlit verða tikin fyri tí standi heimastýrið Palestina er í. Ringa støðan er bæði orsakað av stríðnum við Ísrael, teim vánaligu korunum, men eisini tí umfatandi mutrinum í teirra fyrisiting. Ísrael hevur í kríggjunum, sum hava verið aftaná 2. heimsbardaga, vunnið sær landaøkir og vil ikki uttan víðari lata alt frá sær aftur. Neyvan fæst friður í lag, fyrrenn semja fæst um, hvussu palestinar fáa sín stat. Hetta krevur at ísraelittar kenna seg tryggar, og kemur ikki um víðgongdir partar av t.d. PLO halda áfram við sjálvmorðsbumbum
Støðan var eins og steðgað upp við Arafat. Søguligi møguleikin við Oslo semjuni fór, tá Rabin bleiv skotin og aftaná tað var tað eins og Arafat ikki hevði dirvi til, sum statsmaður, at seta seg út um ósemjurnar í baklandinum. Hinvegin helt hann saman um Palestina og hevur sitið so mikið leingi við valdi, at kampurin um at taka við eftir hann, kann gerast so harður, at tað skaðar Palestina álvarsliga. Og var Arafat ein yvirgangsmaður? Hann brúkti yvirgang fyri søkina Palestina. Ein dani sum bumbaði týsk tok undir 2. heimsbardaga, var hann yvirgangsmaður og var fransmaðurin sum hersetingarvaldið í sínum hersetta landi tað?
Arafat var ein stríðsmaður. Hann er helst størsta orsøkin til at Palestina hevur heimastýrið, og onkursvegna gerst eitt fullveldi. Men hann egnaði seg best til tað harða stríði, tá stríði skifti frá vápnum til orð og taktiskan politik, var styrkin ikki tann sama. Deyði Arafats kann gera, at fastlæstar støður verða royndar av nýggjum, tí nðggj fólk skulu samráðast og hava ikki læst seg fastan í diplomatiskum orðadráttum og ultimatum. Livst so spyrst.