Okkara vápnaði herur er til reiðar at leypa á Ísrael, um Ísrael heldur fram við at leypa á Beirut, sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sambært almennu tíðindatænastuni, Tasnim

Araghchi: - Ísrael skal gevast við álopum á Libanon

- Okkara vápnaði herur er til reiðar at leypa á Ísrael, um Ísrael heldur fram við at leypa á Beirut, sigur iranski uttanríkisráðharrin

Okkara vápnaði herur er til reiðar at leypa á Ísrael, um Ísrael heldur fram við at leypa á Beirut, sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sambært almennu tíðindatænastuni, Tasnim

Sambært ísraelska verjumálaráðharranum, Israel Katz, hevur Ísrael í dag lopið á syðru forstaðirnar til libanska høvuðsstaðin, Beirut.

 

Verjumálaráðharrin sigur, at álopini vóru vend móti kommandostøðum hjá Hizbollah, og at álopini í dag eru eitt svar upp á Hizbollah-álop á Ísrael.

 

Iranska stjórnin er ikki nøgd við, at ísraelsku álopini á Libanon halda fram og sigur, at avleiðingin kann verða, at kríggið í Miðeystri tekur seg uppaftur.

 

- Okkara vápnaði herur er til reiðar at leypa á Ísrael, um Ísrael heldur fram við at leypa á Beirut.

 

Tað sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sambært almennu iransku tíðindatænastuni, Tasnim.

 

Tað hevur leingi verið kent, at Iran stuðlar Hizbollah í Libanon, sum javnan leypir á Ísrael, og Iran vil hava Libanon við í eina møguliga friðaravtalu við USA.

 

Okkara vápnaði herur er til reiðar at leypa á Ísrael, um Ísrael heldur fram við at leypa á Beirut, sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sambært almennu tíðindatænastuni, Tasnim