Sambært AFP fer pávin undir vitjanini at hitta fólk, sum hava verið fyri kynsligari misnýtslu.
– Hetta er eitt opið sár, segði Pávin Leo um tey mongu málini um misnýtslu, sum hava merkt katólsku kirkjuna gjøgnum árini.
Í 2023 varð ein frágreiðing frá spanska umboðsmanninum løgd fram. Hon metti, at umleið 200.000 børn og ung kunnu hava verið fyri kynsligari misnýtslu í Spania síðani 1940.
Fyrr í ár gjørdu spanska stjórnin og katólska kirkjan í Spania eina avtalu um at veita endurgjald til fólk, sum hava verið fyri kynsligari misnýtslu.
Vitjanin hjá pávanum kemur tí á einum viðkvomum og týdningarmiklum tíðarbili í arbeiðinum við at viðurkenna og bøta um skaðan hjá teimum, sum hava verið rakt.
Kelda: Ritzau/AFP.











