Arbeiðir borgarstjórin við eini fjaldari dagsskrá um at steðga útbyggingini av fjarhitanum í Tórshavn!

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi
.........

Tað eru tekin í sól og mána um at afturhaldskreftirnar í bý­ráðnum tíverri eru við at fáa fastatøkur og at byggja land í høvuðs­staðar­komm­ununi eru við at kámast.
Á síðsta býráðsfundi legði borgarstjórin fram eina umraðfesting av íløgu­ætl­an­ini fyri 2014. Íløgan á góð­ar 5 mió. kr. til at dagføra Sunds­vegin, harvið m.a. fyri­reikingarnar til at fáa fjar­hitan oman til hallirnar í Gunda­dali og víðari út um býin, eru fluttar til ítróttin. Ja, við einum pennastroki hevur borgarstjórin strikað hesa framskygdu ætlan.
Undir umrøðuni á býráðs­fundinum umtalaði borgar­stjórin Fjarhitafelagið sum ein 3. persón, og sum ein mót­støðupart, hóast at tað eru Tórshavnar kommuna og Sev, sum eiga Fjarhitafelagið. Og Tórshavnar kommuna eigur jú saman við hinum kommununum Sev; v.ø.o. er Tórshavnar kommuna stórsti eigari av Fjarhitafelagnum.
Á býráðsfundinum førdi borgarstjórin fram at “man meinti” og “vit meta”, at Sundsvegur kann bíða, og at tað er einki er til hindurs fyri, at Fjarhitafelagið kann fara í gongd við at leggja fjarhitarør í verandi Sundsveg o.s.fr. Á býráðsfundinum spurdi eg fleiri ferðir borgarstjóran hvør “man” og hvør “vit” vóru, men hetta fekk eg sjálvandi ongantíð svar uppá. Seinni havi eg fingið staðfest, at tað hvørki er Fjarhitafelagið ella tekniska umsitingin hjá býráðnum, sum eru komin við hesum tilmæli, sum borg­arstjórin vísti til.
Tekniska nevnd hevur fyri langari tíð síðani avgjørt at Sundsvegurin skal dagførast fyri at kunna taka ímóti tí alsamt vaksandi ferðsluni til høvuðsstaðin og samstundis skulu fyrireikingarnar gerast til at leggja fjarhitarør í vegin. Sostatt er ætlanin at gera alt um somu leið, at dag­føra veg­in og at fáa fjar­hitan om­an í býin. Tey, ið dagliga ferðast eftir Sunds­vegnum vita, hvussu ónøkt­andi ferðslu­viður­skiftini longu eru, og tí er neyðugt at gera nakað longu nú, áðrenn økta ferðslan frá inn­komu­vegnum fer at gera viður­skift­ini á Sundsvegnum heilt ómøgulig.
Stórar byggiverkætlanir eru í býnum, kommunalar, lands og privatar, og sum eru áhug­aði í at verða knýttar í fjar­hitan. Kann nevna bygn­ingar og arbeiðspláss sum Musikkskúlin, Fót­bólts­­samband Føroya, BankNordik, Svimjihylurin, Mið­­­námsskúlin, Lands­sjúkra­­húsið v.fl.
Mikukvøldið verður aftur býráðsfundur, har ætlaða umraðfestingin av íløgunum skal staðfestast. Mín vón er, at býráðið sær álvarsemið í hesum máli og tekur borgar­stjóran av ræði; júst sum gjørt varð, tá ið avgjørt varð at leggja sjóvarhita á Borðanesheiminum á sinni. Tí var tað borgarstjórin sum einsamallur ráddi fyri durum tá, var eingin sjóvarhiti yviri við Strond í dag.
Málið snýr seg um at byggja land, at gagnnýta okk­ara egna tilfeingi, og at gera hetta burðardygt.