Í fleiri ár hevur verið ein norðurlendsk skipan fyri almenn starvsfólk, at tey hava møguleika at fara í eitt annað norðurland at fáa sær starvsroyndir. Tá hava tey ein arbeiðsgevara uttanlands.
Tað var støði í tí skipanini, at Jákup Eyðfinn Kjærbo, leiðari á lógardeildini í Taks fór til stjóra sín og spurdi, um hann ikki kundi fara uttanlands eitt skifti, men samstundis arbeiða fyri Taks.
Hetta varð honum játtað, og fyri einum mánaði síðan flutti hann til Teilands at búgva í eitt ár.
Hann fór til Teilands, ti kona hansara er teilendsk. Tvey børn eru við teimum. Tað yngri fer í barnagarð nú, og hitt gongur í altjóða skúla.
- Hetta riggar væl. Í summum førum hevur tað ongan týdning, hvar eg siti og arbeiði. Her fái eg eisini loyst uppgávur, sum annars stundir ikki høvdu verið til, tí her er so góður arbeiðsfriður. Eg verði ikki órógvaður av javnan at skula á fundir. Men tað krevur disiplin at arbeiða upp á hendan mátan, sigur Jákup Eyðfinn Kjærbo.
Hann fær løn frá Taks, men hann er skattskyldugur í Teilandi. Meðan hann er uttanlands, tekur hann eina altjóða útbúgving í skatti.
Má til Føroya viðhvørt
Jákup Eyðfinn Kjærbo sær fyri sær, at hann av og á noyðist heim til arbeiðsplássið í Føroyum.
Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks heldur somuleiðis, at tað riggar væl, at Jákup Eyðfinn Kjærbo situr í Teilandi og arbeiðir. Tað einasta er tíðarmunurin, sum er seks tímar. Mín tað ber til at laga seg eftir tíðarmuninum. Samskift verður um telduna og telefonina.
- Og vit hava longu havt onkrar fundir yvir skype, og tað er væl bíligari.
Jákup Eyðfinn Kjærbo er einasta starvsfólk hjá Taks við arbeiðsplássi uttanlands. Hatta er eitt slag av heimaarbeiðsplássi. Onnur starvsfólk arbeiða heimanifrá onkran dag, og tað riggar eisini, sigur Eyðun Mørkøre.