Seint hóskvøldið varð ein maður sendur á sjógv, tá hann arbeiddi við at loysa Smyril av havnini í Havn.
Tað var ein misskiljing millum mennirnar umborð og menninar uppi á landi, sum hevði við sær, at ein maður datt á sjógv, tá ein endi strammaðist, so maðurin datt á sjógv og fekk skaða.
– Hatta er eitt samanfall av nógvum óhepnum umstøðum. Ein endi strammaðist upp undir hann, tá hann fór gangandi eftir honum, og slíkt eigur ikki at koma fyri. Vanliga verða slíkir endar ikki strammaðir so skjótt, og tað er heldur ikki vanligt at ganga uppi á endunum, sigur Símun Hammer, eftirlitismaður, sum hevur kannað umstøðurnar kring óhappið við manninum, sum datt niður ímillum Smyril og molan í Havn seint hóskvøldið.
Ongar avleiðingar
Eftirlitismaðurin er sannførdur um, at júst hetta óhappið ongar avleiðingar fær fyri mannagongdirnar, tí hetta óhappið var sera ósannlíkt at henda.
– Ljósviðurskiftini vóru ikki í lagið, men tað verður arbeitt við tí í løtuni, so eg dugi ikki at síggja, at hetta kann fáa avleiðingar fyri mannagongdir, sigur Símun Hammer.
Eftirlitismaðurin er eisini sannførdur um, at eitt slíkt óhapp ikki fer at koma fyri aftur, tí hetta er so øgiliga ósannlíkt at fara at henda aftur.
– Hetta burdi ikki hent. Hetta er ikki eitt hendiligt óhapp, og eg dugi illa at ímynda mær, at slíkt hendir aftur, heldur Símun Hammer.
Óhappið
Sjálvt óhappið hevði við sær, at maðurin varð sendur fyri borð og breyt sambært keldum óstbeinið.
Ein starvsfelagi var tó skjótur at fara eftir manninum, sum skjótt varð fluttur á Landssjukrahúsið, sum staðfesti, at maðurin altso hevði brotið óstbeinið.
Fríggjadagin vildi sjúkrahúsið ikki útskriva mannin.