Nú skal ein ætlan gerast fyri, hvussu arbeiðsloysið ímillum ung í Føroyum, kann basast.
Í hesum sambandi er ein arbeiðsbólkur settur við umboðum úr almannamálaráðnum, vinnumálaráðnum og mentamálaráðnum at kanna arbeiðsloysið ímillum ung og koma við loysnum upp á, hvussu tað kann minkast mest møguligt.
Tað hevur Johan Dahl, landsstýrismaður upplýst fyri Løgtinginum.
Arbeiðsloysið er nógv vaksið seinastu mánaðirnar, men serliga órógvandi er tað, at ungdómsarbeiðsloysið er eksploderað.
Nevnast kann, at seinastu tíðina er arbeiðsloysið ímillum tey 16-24 ára gomlu, vaksið næstan 400%.
Annars er arbeiðsloysið sum heild vaksið næstan 250%, so tey ungu er tann bólkurin, har arbeiðsloysið veksur nógv skjótast.
Hetta hevur eisini fingið ávaringarlúðrarnar at ljóða í Tinganesi og fyribils úrslitið er, at arbeiðsbólkurin við umboðum fyri tey trý ráðini, er farin til verka.
- Miðjað verður ímóti, at longu í summar skulu tiltøk verða klár at seta í verk fyri at minka um arbeiðsloysið millum tey ungu, sigur hann.
Í hesum sambandi er talan ikki bara um at gera skipanir, so at fleiri ung kunnu koma beinleiðis í arbeiði.
Tað hevur eisini verið frammi, at kanna um tað ber til at gera skipanir, so at fleiri ung kunnu sleppa í læru ella í útbúgving.
- Tey ungu er ein sera viðbrekin bólkur og tað er umráðandi at tey hava okkurt at fara upp til um morgunin, annars kunnu tey føla tað sum um at ongin hevur brúk fyri teimum og so er skjótt, at tey eisini missa áræðið og álitið á seg sjálvi og sínar førleikar, sigur Johan Dahl.
Hann ásannar, at arbeiðsmarknaðarpolitikkurin hevur ikki verið nóg virkin og tað er samgongan sinnað at gera nakað við og arbeiðsbólkurin, sum skal koma við uppskotum um at basa ungdómsarbeiðsloysinum, er eitt lið í hesum.