Arbeiðsfólk í hópatali á veg av landinum

Tað stendur heilt illa til í byggivinnuni. Eingi nýggj arbeiði stinga seg upp, og meginparturin av tí, sum byggifyritøkurnar takast við í løtuni er at gera verandi arbeiði liðug og at pjøssa upp á nakrar av teimum byggiverkætlanunum, sum eru umfataðar av byggisjuski. Men eisini hetta fær ein enda.

Ein fyritøka, sum merkir hesa gongdina væl, er Articon, sum varð kosið ársins virki 2008 og hevur havt omanfyri 140 starvsfólk tá tað var upp á tað mesta.

Articon hevur seinni árini verið byggiharri í fleiri av teimum heilt stóru og vøkru byggiætlanunum í landinum, eitt nú Føroya Løgting, Hoyvíkar Kirkju, Eik í Hornabø, Røktarheiminum í Streymnesi og fleiri.

Men nú er millum lítið og einki hjá fyritøkuni at gera í Føroyum. Jón Danielsen, stjóri í Articon, sigur at sum støðan er nú, hava teir skúlan á Argjum og bygningarnar undir Gráasteini, og at hetta eru tvær verkætlanir sum báðar verða lidnar um eitt ár ella so. Aftaná tað er einki, sum liggur á kortinum.

- Tað stendur rættiliga illa til í byggivinnuni, sigur Jón Danielsen.

Articon arbeiðir tí av øllum alvi at fáa fatur á arbeiðum í londunum rundanum okkum, soleiðis at teir ikki noyðast at koyra fólkið til hús.

Rás2 hevur frætt, at Articon hevur roynt at yvirtaka eitt grótbrot í Noregi, og at fleiri starvsfólk skuldu yvir har at arbeiða, men Jón Danielsen sigur, at tað er ikki aktuelt longur.

- Nei, vit vóru heilt nær við at fáa tað, men vit fingu tað ikki, sigur hann.

Jón Danielsen váttar, at teir arbeiða við at fáa arbeiði uttanlands tí at tað ber ikki til at hava fólk á lønarlistanum, um einki arbeiði er til tey. Talan er um fólk í øllum vinnum, timburmenn, stoypiarbeiðarar, maskinførarar og so framvegis.

- Nú royna vit so at bjóða upp á onkur arbeiðir í Norra, í Svøríki, í Danmark og so víðari, váttar Jón Danielsen.

Articon varð kosið ársins virki í 2008, hevði ársins leiðara í 2010 og hevur havt omanfyri 140 fólk í starvi, tá mest var at gera. Í dag eru tey millum 80 og 90, og eftir øllum at døma eru fleiri av teimum á veg av landinum at arbeiða.

Umframt skúlan á Argjum og bygningarnar undir Gráasteini, er Articon ein av fyritøkunum, sum bjóðaðu upp á Boðanesheimið, sum Tórshavnar Kommuna nú fer at bjóða út av nýggjum.