Arbeiðsfólkið fær fyrst at vita um gongdina

sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking

 

? Men vit kunnu siga, at tað hevur gingið hampiligt í ár, sigur fíggjarstjórin, Leivur Michelsen.

 

 

Enn ber ikki til at fáa nakað ítøkiligt at vita um, hvussu gingist hevur hjá Føroya Fiskavirking í hesum árinum. Roknskaparárið er ikki álmanakkaárið, so neyvu tølini koma ikki á borðið fyrr enn í vár, tá ið úrslitið verður kunngjørt.

 

Í fjør hevði felagið 8 milj. krónur í yvirskoti, 10 milj. krónur í 1999 og í 1998, sum var nógv tað besta árið hjá felagnum, vóru 18 milj. krónur í yvirskoti.

 

Arbeiðsfólkið fyrst

 

Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking, sigur, at enn fer felagið ikki at kunna almenningin ítøkiliga um gongdina.

 

- Øll árini hava vit samlað arbeiðsfólkið undan jólum og takkað fyri árið, iðfarið er. Hevur okkurt verið at sagt, so hava vit fyrst latið tey fingið tað at vita. Tí fara vit ikki siga nakað ítøkiligt um gongdina, fyrr enn vit hava kunnað arbeiðsfólki um hetta.

 

Stjórin sigur, at soleiðis hevur hann altíð gjørt, og hetta er tann minsta virðingin, felagið kann vísa sínum arbeiðsfólki.

 

- Vit gera á sama hátt, tá ið vit hava eitt hvørt, sum fjølmiðlarnir verða kunnaðir um við tíðindaskrivi ella á tíðindafundi, sigur Meinhard.

 

Hampiliga væl nøgdir

 

Í fjør hevði Føroya Fiskavirking eitt yvirskot uppá 8 milj. krónur. Í 1999 var talið 10 milj. krónur, og besta árið var 1998; tá hevði felagið 18 milj. krónur í yvirskoti.Leirvur Michelsen, fíggjarstjóri á Føroya Fiskavirking, vil heldur ikki siga nakað ítøkiligt um, hvussu gongdin hevur verið í ár, men hann vísir á, at tað hevur gingið hampiligt.

 

- Eg vil siga, at vit eru hampiliga væl nøgdir í ár uttan tó at nevna nøkur tøl.Hann váttar, at felagið framvegis hevur eitt yvirskot og spurdur, um tølini faraat líkjast onkrum av teimum áðurnevndu, heldur hann fyri, at tað fara tey møguliga.

 

Nú fáa vit so at síggja, hvussu út sær, tá ið tølini koma á borðið.

 

Skiftandi gongd

 

Stjórin, Meinhard Jacobsen, sigur, at ymiskt er, hvussu gongdin er hjá teimum einstøku virkjunum í felagnum, og soleiðis hevur tað verið øll árini.- Men tey flestu koyra, sum hann tekur til.Hjá summum virkjum gongur væl okkurt ár og eitt sindur lakari okkurt annað ár. Hetta avhongur eitt nú av, hvat fiskaslag ella hvørja framleiðslu virkini hava lagt seg eftir, og hvussu støðan er viðvíkjandi júst hesum fiskaslagnum og marknaðinum.

 

Meinhard vísir á, at t.d. í heyst hevur verið trupult at fingið fatur á hýsu, tí taðvísir seg, at føroysk hýsuframleiðsla í heyst ikki hevur klárað seg nóg væl í kappingini við Bretland.

 

- So, nøkur virkir hjá okkum hava summi ár eitt hampiligt yvirskot, meðan onnur kanska hava eitt undirskot, og tað kann vera skiftandi millum virkini, sigur hann.

 

Stjórin skammast tó ikki við fiskaprísirnar í Føroyum.

 

- Hesir eru fult á hædd við prísirnar í okkara grannalondum, og vit kunnu bara vera fegnir um, at okkara framleiðsla klárar at verða við í kappingini.

 

Yvir 100 milj. krónur í lønum

 

Á Føroya Fiskavirking arbeiða umleið 800 fólk tilsamans, og felagið rindar meira enn 100 milj. krónur í lønum um árið. Og soleiðis hevur verið í fleiri ár.

 

Spurdur, hvussu fólk støðast í fiskaframleiðsluni, vísir Meinhard á, at rættiliga støðugt arbeiði hevur verið á virkjunum kring landið, og tá er lættari hjá fólki at støðast.

 

- Í tíðum sum hesum við nógvum arbeiði, kann vera torført at meta um,hvussu støðuføst fólk eru í fiskaframleiðsluni. Tað síggja vit nokk ikki, fyrr enn arbeiði gerst meira óstøðugt. Hetta hava vit sæð áður, sigur Meinhard Jacobsen.