Arbeiðsgevarafelagið vil hava 3,5% mark burtur

Hóast valstríðið nóg illa er byrjað, leggur Føroya Arbeiðsgevarafelag seg longu uppí. Teir heita á politikarar um at fáa betri atgongd til útlendska arbeiðsmegi, og vilja hava 3,5% markið tikið burtur

– Skipanin við forhondsgóðkenning av fyritøkum at seta í starv útlendska arbeiðsmegi eigur at verða víðkað. Mælt verður til, at 3,5 prosent markið verður tikið burtur, og at skipanin við forhondsgóðkenning verður galdandi yvirhøvur, ikki einans fyri ES-borgarar, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Felagið vísir á, at arbeiðsloysið í Føroyum nú er lægri enn tað hevur verið nakrantíð. Samstundis er trupult hjá vinnulívinum at manna tey størv, sum eru tøk. Hetta hevur viðført eitt stórt lønartrýst.

– Í mun til ES-londini hava føroyskar fyritøkur lættari atgongd til arbeiðsmegi, tá ið arbeiðsloysið í Føroyum fer niðurum 3,5 prosent. Vit eru langt niðanfyri 3,5 prosent nú, og ES-skipanin er við til at lætta um atgongdina til arbeiðsmegi, men hetta er tó als ikki nokk, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Felagið vísir á, at arbeiðsloysið í ES er lágt, og tí er ikki líka nógv, sum eru áhugað í at fara uttanlands at arbeiða.

Arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt filmsbrot um støðuna, nú teir meta, at tað er so trupult at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya. Í filminum úttala fleiri stjórar í føroyskum vinnulívi seg og siga, at teimum tørvar arbeiðsmegi. 

– Tað er avgerandi fyri ein vælvirkandi føroyskan arbeiðsmarknað og eitt sterkt vinnulív, at føroyski arbeiðsmarknaðurin altíð er nóg opin til at manna tey størv, sum tøk eru, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Trupulleikin við 3,5% markinum er ikki nakað nýtt, tí eisini til valið í 2015 hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag tað valynski, at 3,5 prosent markið skuldi takast burtur. Men tað varð ikki gjørt.  So er spurningurin, um tað fer at eydnast betur hesaferð.