Í august í ár vóru 2,8 prosent av føroyingum arbeiðsleysir.
Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir arbeiðsloysið í Føroyum.
Hetta er sama arbeiðsloysi sum tað var fyri einum ári síðani. Men munurin ímillum kynini er min kaður. Tilsamans vóru 782 føroyingar arbeiðsleysir í august og tilsamans eru 43 fleiri kvinnur arbeiðsleysar, enn tað eru menn.
Í august í fjør vóru 811 fólk arbeiðsleys, men tá vóru 121 fleiri kvinnur arbeiðsleysar enn tað vóru menn. Uppgerðin hjá Hagstovuni fevnir um arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
Størst arbeiðsloysi er í aldursbólkinum 25-34 ár, har arbeiðsloysið er fýra prosent. Men her er eisini nógv størsti munur millum kynini, tí hjá kvinnum er tað 5,6 prosent, og tað er akkurát tvær ferðir so stórt sum hjá monnum í hesum aldursbólkinum, har harbeiðsloysið er 2,8 prosent.
- Minst er arbeiðsloysið hjá teim 45-54 ára gomlu har tað er 1,8 prosent og í hesum aldursbólkinum er arbeiðsloysið hjá monnum 1,4 prosent og hjá kvinnum er tað 2,3 prosent.
Tey elstu 55 - 66 ára gomlu hava sama arbeiðsloysi sum miðaltalið fyri allar aldursbólkar tilsamans.