? Tað einasta rætta er at flyta meiri arbeiði av flakavirkjunum á landi, umborð á skipini.
Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at skal nakar framburður verða í fiskivinnuni, er tað neyðugt við nýhugsan.
Og hjá honum er tað ongin sum helst ivi um, at verður fiskurin virkaður meiri umborð á skipunum, ístaðin fyri á virkjunum, hevði tað verið eitt stórt stig á vegnum í royndunum at fingið fiskivinnuna at kasta meiri av sær.
Hann er púra púra ósamdur við tey sum siga, at tað fer at elva til enn størri arbeiðsloysi, um fiskaarbeiðið verður flutt av virkjunum á landi, umborð á skipini.
? Tað er tvørturímóti sannlíkt, at tað fer at skapa enn fleiri arbeiðspláss í fiskivinnuni.
? Tað er í øllum førum púra greitt, at tað fer at føra til, at arbeiðið í fiskivinnuni verður nógv meiri støðugt enn tað er í dag og hartil verður inntøkan nógv tryggari, enn hon er í dag.
Kjakið um at virka fisk umborð á skipum, heldur enn á virkjunum, er uppkomið í kjalarvørrinum á, at myndugleikarnir hava givið loyvi til at viðgera fisk umborð á West Freezer, nýggja línubátinum hjá miðvingum.
Sostatt hava myndugleikarnir slept eini grundreglu um, at allur fiskur skal førast til lands at virkast.
Og tað eru tey, sum óttast, at nú kemur rættiligt glið á, og at meiri og meiri fiskur fer at verða viðgjørdur umborð, heldur enn á landi.
Men hesum stúrir formaðurin í fiskimannafelagnum slett ikki fyri.
Og hann skilir slett ikki, hví West Freezer skal brúkast sum ræðidømi.
? Tað er ein ógvuliga avmarkað viðgerð, sum fer fram har umborð. Tað einasta, teir gera, er at avhøvda fiskin og frysta hann heilan, so at túrarnir kunnu vara longri. Men verður fiskurin avreiddur í Føroyum, kemur tað út uppá eitt, sigur Óli Jacobsen.
Loysir seg nógv betri
Annars sigur Óli Jacobsen at hann er heitur talsmaður fyri at skipini sleppa at virka fiskin meiri umborð.
? Tað er ongin sum helst ivi um, at tað er nógv bíligari at virka fiskin umborð.
? Tað sigur seg sjálvt, at tað er nógv bíligari at fiskurin fer ígjøgnum eitt lið, heldur enn at skal ígjøgnum tvey lið.
? Henda tvíbýtta virkingin, sum nú er, kostar bæði pengar í sigling og øðrum, og hon kostar nógv í dygd, tí fiskurin er eldri.
? Tað er ongin sum helst ivi um, at fiskurin, sum verður viðgjørdur beinleiðis umborð á skipunum, er nógv betri enn fiskurin, sum verður arbeiddur á landi. ? Tí fiskurin, sum verður virkaður umborð, er spillfeskur, hann er bara bara nakrar fáa tímar gamal, tá ið hann verður virkaður.
? At tað loysir seg best at virka fiskin umborð, eru flakatrolararir besta dømi um. Tí tað eru tey skipini, sum hava klárað seg best.
? Teir stóru flakatrolararnir eru tey einastu skipini, sum veruliga hava megnað at endurnýggja seg sjálvi, umframt at hýrurnar hava verið góðar.
? Tað er væl ein sera stór ábending um, at tað loysir seg nógv betri at virka fiskin umborð, heldur enn at føra hann til lands.
Óli Jacobsen sigur, at nú vit standa fyri at endurnýggja skipaflotan er hetta heilt avgjørt ein spurningur, vit eiga at hugsa um.
? Tað er ikki neyðugt at gera so nógv av beinanvegin. Men lat okkum í fyrstu syftu fáa eitt skip, sum kann virka fiskin umborð. So kunnu vit samanbera úrslitið hjá tí skipinum, við úrslitið hjá hinum skipinum.
? Tá fáa vit at síggja, svart uppá hvítt, hvussu tað samlaða úrslitið er av at virka fiskin umborð, heldur enn at virka hann í landi.
Formaðurin í fiskimannafelagnum sigur, at árið í fjør var eitt heilt serligt ár í fiskivinnuni.
?Fiskiskapurin var so góður sum kanska ongantíð fyrr. Prísurin setti øll met, og rentan var so lág sum ongantíð fyrr.
? Árið í ár var søguligt. Og tá ið ein stórur partur av flotanum ikki kastar nóg nógv av sær eitt metár, til at hugsingur kann verða um endurnýggja skipini, sigur tað seg sjálvt, at tað má nýhugsan til.
Og Óli Jacobsen sigur, at tað kann væl hugsast, at einasti máti at vit klára at endurnýggja flotan er, at vit fara at virka fiskin meiri umborð á skipunum.
? Vit noyðast heilt einfalt at hyggja eftir, hvat loysir seg best, sigur Óli Jacobsen.
Elvir ikki til størri arbeiðsloysi
Óli Jacobsen er ikki samdur í, at hetta fer at elva til størri arbeiðsloysi sum heild.
?Heldur verður tað talan um at flyta arbeiðsplássini av virkjunum á landi, umborð á skipini.
? Og tað haldi eg ikki skuldi verið nakað í vegin fyri. Tað nyttar einki hjá føroyingum at ræðast vatn, tí lagaði lagnan tað soleiðis, at okkara heim bleiv eitt sker mitt úti í Atlantshavi.
Formaðurin í fiskimannafelagnum sigur, at hann dugur ikki at síggja nakað sum forðar konufólki í at fara til skips, ístaðin fyri at arbeiða á landi.
? Øll tosa eisini um javnstøðu. Tí haldi eg ikki, at tað er órímiligt at krevja javnstøðu á hesum øki eisini, og at konufólk fáa at vita, at vilja tær hava arbeiði, noyðast tær til skips, javnbjóðis mannfólkunum.
? Eg dugi ikki at síggja at talið á arbeiðsplássum skal fella fyri tað, tí talan er sama arbeiði, sum nú bara skal gerast umborð á skipunum, heldur enn á landi.
?Tvørturímóti hevði fiskaarbeiðið umborð á skipum verið nógv støðugari og tryggari enn á landi, tí fiskimenn fáa í øllum førum minstuløn.
? Tað kann so aftur gera, at fiskimaðurin forvinnur so væl, at konan hevur ráð at verða heima, um hon vil tað.
? Hinvegin vita øll, hvussu óstøðugt fiskaarbeiði á landi er, tí tað er ofta ikki meiri enn ein, tveir dagar um vikuna.
? Hinvegin kunnu virkini á landi so brúkast til at virka fiskin enn meiri. So skuldi samlaða talið á arbeiðsplássum heldur vaksið enn fallið - ikki minst tá ið hugsað verður um, at nógvur fiskur, sum verður førdur til lands, fer óvirkaður av landinum.
Óli Jacobsen vísir eisini á, at fiskaarbeiði á landi er fyri ein stóran part ikki annað enn at skera flak. ? Umborð kunnu nógv arbeiðspláss skapast við at virka fiskin enn meiri, t.d. við at pakka fløk í smáar pakkar, sum eisini verður gjørt umborð á teimum stóru flakatrolarunum í dag.
? Og samstundis er tað ein sannroynd, at fiskimenn hava nógv betri møguleikar at leggja frítíðina til rættis, við at fara av onkrar túrar, tá ið tað passar best.
? Tað kemur heldur aldrin at vera soleiðis, at allur fiskurin fer at verða virkaður umborð, leggur Óli Jacobsen afturat.