ARBREIÐSMARKNAÐUR
Í løtuni eru 19 størv leys, stendur at lesa á heimasíðuni arbeidi.fo, sum er ein portalur, har fólk kunnu skráseta sítt cv, og har arbeiðsgevarar kunnu lýsa størv leys.
Yvirlitið, sum alla tíðina verður dagført, vísir í skrivandi løtu, at innan almanna og heilsuverkið eru níggju stør, fiskivinnuna á landi tvey, fyrisiting trý, ídnað og handverk eitt, lærpláss ella starvslestur eitt, umframt trý størv innan heitið Ymiskt.
Stigtakararnir til einsta private arbeiðsportalin vísa á, at búskaparliga afturgongdin í føroyska samfelagnum sæst aftur á vitjunartølunum, sum nú hevur 400 skrásettar brúkarar. Eisini íslendingar vísa føroyska arbeiðsportalinum áhuga, verður sagt.
- Hóast eingi almenn tøl enn skjalprógva, at arbeiðsloysið í Føroyum er vaksandi, so bendir kortini nógv á, at tíðin við metlágum arbeiðsloysi er um at halla. Ein tíðilig ábending um hetta sæst aftur í vitjanartølunum hjá føroyska arbeiðsportalinum Arbeidi.fo, sum eru í stórum vøkstri. Hvønn dag brúka á leið hálvtannaðhundrað fólk portalin, og higartil í november mánaði hava 130 nýggir brúkarar skrásett seg og lagt sítt CV á Arbeidi.fo. Hetta er met síðan portalurin fór í luftina 3. juli í ár, verður sagt í tíðindaskrivi frá arbeidi.fo við Hergeiri Vang á odda.
Víðari verður sag,t at størsti parturin av teimum, ið brúka nýggja arbeiðsportalin, eru búsitandi í Føroyum, men umleið ein fimtingur av skrásettu brúkarunum eru búsitandi í Danmark. Seinastu tveir mánaðirnar hava eisni nógvir íslendingar skrásett seg á Arbeidi.fo. Einki krav er um at brúkarar skulu hava føroyskt P-tal fyri at skráseta seg á Arbeidi.fo, og sostatt hava útlendingar javnbjóðis møguleika at bjóða seg framfyri føroyskum arbeiðsgevarum umvegis sokallaða CV grunnin á Arbeidi.fo
Tey, ið leita sær eftir starvsmøguleikum á Arbeidi.fo eru javnt býtt um alt landið, og býtið millum kynini er eisni rættiliga javnt. 56 prosent av brúkarunum eru menn og 44 prosent eru kvinnur.
Tey 274 størvini, sum higartil hava verið lýst á Arbeidi.fo, eru hinvegin rættiliga ójavnt býtt. Heili 211 av størvunum vóru í høvuðsstaðarøkinum. Til samanberingar hava bert 11 størv í Suðuroynni og sjey størv í Norðoyggjum verið lýst leys á Arbeidi.fo síðan í summar.
FAKTA
Arbeidi.fo er ætlað sum millumlið millum arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar. Umframt at leggja sítt CV á portalin og harvið lata møguligar arbeiðsgevarar finna seg, kunnu brúkarar eisini tekna seg til at fáa teldupost um leys størv innan ávísar greinar. Tað er Sp/f Internettænastur, ið stendur aftanfyri Arbeidi.fo, og sum verður rikið óheft av arbeiðsgevarafelags- og arbeiðstakarafelagsáhugamálum