Arbeiða nú fyri at leggja alt saman í verki

Tey trý sjúkrahúsini eru løgd saman og nú hevur Sjúkrahúsverk Føroya fingið búmerki

Vit skulu hava eitt sjúkrahúsverk við trimum sjúkrahúsum. Tað var grundarlagið tá ið farið varð undir at leggja tey trý sjúkrahúsini saman undir eina felags leiðslu.

 

Og nú hevur Sjúkrahúsverkið fingið nýtt búmerki, sum sæst nianfyri. Búmerkið er ein samanrenning av fleiri lutum, sum eyðkenna Sjúkrahúsverkið, og myndar bæði eitt S fyri Sjúkrahúsverkið, sólarris og sólsetur, eitt lógvatak og tað endaleysa. 

 

##med2##

 

Samstundis er endamálið við Sjúkrahúsverkinum orðað. Og endamálið er, at talan skal vera um eitt sameint sjúkrahúsverk á altjóða stigi, eyðkent fyri nýhugsan og endamálið er eisini, at vit skulu hava dygdargóða heilsutænastu alt lívið 

 

Haraftrat hava hava tey ásett, hvørji trý virði sjukrahúsverkið skal hava og hetta eru trý virði, eru fyridømi, og eru leiðbeinandi fyri atburðin hjá starvfólkini í sjúkrahúsverkinum. Virðini eru: Stev, Áræðið og Flog. 

 

– Tað eru starvsfólk frá øllum starvsbólkum og úr øllum sjúkrahúsverkinum, sum hava verið við í tilgongdini at finna fram og velja tey trý virðini, sum skulu eyðkenna atburðin, tá ið vit eru til arbeiðis, sigur Sjúkrahúsverkið í eini fráðoðan.

 

Eitt virðisgrundarlag flytur lítið í sjálvum sær og tí hevur sjúkrahúsleiðslan sett út í kortið eina røð av ítøkiligum ætlanum, sum skulu flyta okkum frá, at vera trý, sjálvstøðug sjúkrahús, til at vera ein eind, sum er samanhangandi, sum samvirkar og samstarvar á øllum stigum og í øllum lutum. 

 

Tilsamans eru 50 serlig átøk sett út í kortið, sum skulu vísa sameiningina í verki.