Arbeiða við at finna trygga leið til vanlukkustaðið

Enn hevur ikki borið til at kannað vrakið og vanlukkustaðið, har smáflogfarið úr Kanada datt niður á Sermitsiaq-fjallinum

 

Fyri góðari viku síðan var eitt lítið flogfar saknað á leiðini við grønlendsku Sermitsiaq-oynna, nærindis grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.

 

Seinasta mánadag varð flogfarið funnið, og síðan tá hava myndugleikarnir í Grønlandi samstarvað um at sleppa nærri niðurdotna flogfarinum.

 

Sum skilst, er flogfarið funnið á Sermitsiaq-fjallinum, sum er fjallið á myndini omanfyri.

 

Umstøðurnar eru truplar, men roynt hevur verið at sleppa nærri vrakinum úr luftini.

 

Smáflogfarið við einum motori var komið úr Kanada, og bert flogskiparin var í flogfarinum. Tað er eingin møguleiki fyri, at flogskiparin er á lívi.

 

Grønlands Politi og Skaðanevndin eru í tøttum samstarvi í arbeiðnum at kanna umstøðurnar kring vanlukkuna og vanlukkustaðið, men higartil hevur hetta ikki eydnast.

 

- Vit arbeiða framhaldandi saman við Arktis Kommando og lokalu bjargingarmyndugleikunum um at sleppa nærri vanlukkustaðnum.

 

Leiðarin á vaktsentralinum hjá Grønlands Politi, Brian Thomsen, segði fyri tveimum døgum síðan, at partarnir, sum samstarva, arbeiða við at finna eina trygga leið til vanlukkustaðið.

 

Hetta veit grønlendska kringvarpið - www.knr.gl - at siga.