Arbeiðarafeløgini hava í dag gjørt semju við arbeiðsgevararnar um nýggjan 2 ára sáttmála, sum eitt nú hækkar løn, eftirløn, starvsaldursviðbøtur, viðbót fyri upp og niðurvask umframt aðrar ábøtur í høvuðssáttmálanum, fastlønarsáttmálanum og sersáttmálum.
“Vit eru nøgd við semjuna, tí vit serliga hava hækkað starvsaldursviðbøturnar umframt at tímalønin fer upp. Fyri okkara fólk, sum hava starvast nøkur ár, er hækkingin trivalig – góðar 18 kr um tíman fyri tey við hægsta starvsaldri yvir 2 ár. Vit løgdu okkum serliga eftir at fáa umskipa og hækka starvsaldurin, og tað eydnaðist, vísa forfólkini í arbeiðarafeløgunum á.”
Grundlønin hækkar í 2026 úr 161,79 kr til 165,96 kr og í 2027 til 171,94 kr. Starvsaldursviðbøturnar hækka somuleiðis í 2026 fyri viðbøturnar 6 ár, 8 ár, 10 ár og 11 ár til áviðkavist 6%, 8%, 10% og 12%.
Grundlønarhækkingin er knappar 1800 kr um mánaðin yvir tvey ár fyri tey sum arbeiða fulla tíð, og fyri tey við hægsta starvsaldri er mánaðarliga lønarhækkingin yvir 2 ár knappar 3.200 kr um mánaðin.
Prísirnir eru nógv hækkaðir seinastu árini, og tí hevur tað eisini ligið frammarlaga í okkara raðfestingum, at okkara verkafólk veruliga skulu merkja lønarhækkingina, tí gjørdu vit tað á henda hátt siga forfólkini í Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.
Fyri ein við 40 tíma viku verður mánaðarlønin komandi ár beint undir 30.000 kr og fyri ein við hægsta starvsaldri verður mánaðarlønin góðar 33.000 kr.
Ymiskar betringar
Umframt hækking í starvsaldri og tímaløn er eftirlønin í høvuðssáttmálanum hækkað 0,5% til 12,5%.
Ymiskar ábøtur eru gjørdar í sersáttmálunum fyri aling og fyri Vága floghavn.
“Eg eri sera fegin um, at vit fingu broytt og betra alisáttmálan og fáa betraði og skipaði viðurskifti á flogvøllinum, sigur Elin Sørensen, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.”
Teir fimm arbeiðarasáttmálarnir hava eisini fingið eyka frídagar í semjuna. Fyri feløgini í Havn er 1. Novembur vorðin hálvur frídagur og fyri feløgini uttanfyri Havnina er Ólavsøkuaftan vorðin frídagur. “Fyri okkum uttanfyri Havnina er gott at hava fingið ólavsøkuaftan við sum frídag, tí hetta er tjóðarhøgtíðin fyri okkum øll”, sigur Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Seinastu árini hava feløgini roynt at betra viðurskiftini hjá teimum, sum starvast í reingerð, og hesaferð var viðbótin fyri upp- og niðurvask hækkað.
“Eg eri ógvuliga fegin um, at vit hava hækkað viðbótina fyri høvuðsreingerð úr 9,15% upp í 15%, sigur Ruth Boetius, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum hevur sera nógvar limir, sum starvast innan reingerð.“
Fyri tey, sum starvast undir fastlønarsáttmálanum eru viðurskiftini viðvíkjandi løn undir sjúku betraði, soleiðis at arbeiðsgevarin nú rindar munin millum lønina og dagpeningin í ein mánað eyka t.v.s. í 3 mánaðir.
“Eg haldi tað er gott at hava fingið betraði viðurskifti undir sjúku hjá teimum í fastlønarsáttmálanum, sigur Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.”
Fyri fólk, sum eru komin til skaða undir arbeiðnum hevur arbeiðsgevarin skyldu at rinda munin millum lønina og sjúkradagpeningin í upp til 6 mánaðir, og tíðarskeiðið gjaldsskyldan stendur við er økt úr 12 til 18 mánaðir.
“Tað er gott fyri okkara fólk, at vit hava fingið økt tíðarskeiðið til 18 mánaðir, tí avleiðingarnir av einum arbeiðsskaða vísa seg viðhvørt ikki beinanvegin, sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, og vísir á, at tey hava havt dømi um hetta.
Sum heild fegnast forfólkini, og vísa á, at við hesum ábøtum í sáttmálum eru fleiri grundleggjandi viðurskifti betraði. Komandi dagarnir verður kunnað nærri um smálutirnar í sáttmálunum, og nýggju lønartalvurnar verða lagdar út, stendur í tíðindaskrivi frá Samtak.











