Arbeiðararørslan í búnum aldri

Arbeiðararørslan í Norðurlondum 111 ár og føroyski Javnaðarflokkurin rundar tey sjeyti. Hans Jørgensen í Miðvági skrivar:

Franska kollveltingin hevði ómetaliga ávirkan á eftirtíðina. Loysunarorðini vóru: »Frælsi, javnaður og brøðralag«. Í 1789 kom mannarættindalýsingin, sum staðfesti tey grundleggjandi mannarættindi, vit í okkara heimi taka sum eina sjálvfylgju í dag. Einaræðini fóru at rilla, og fólkastýrið fekk so við og við fótin fyri seg um okkara leiðir í 19. øld.

Sum ein fylgja av hesum fóru fólk at seta út í kortið, hvussu nýggju rættindini skuldu fremjast í verki. Nú var tað fólkið, sum skuldi skipað samfelagið.


Liberalisman

Fyrsta politiska læran, ið hugtók mong, var liberalisman. Hugsanin var, at sluppu fólk frítt at mennast, so fór tað góða at vinna á tí ónda. Menningin skuldi fara fram gjøgnum fría kapping. Hetta vóru sjálvsagt freistandi og vælklingandi tíðindi hjá teimum, sum kendu sviðan eftir náðileysa einaveldis ófrælsið, ið frammanundan hevði verið. Men frælsi og rættvísi fyri øll gjørdist liberalisman ikki, og fría kappingin skapti ikki í sær sjálvum eitt betri samfelag. Tvørtur í móti førdi kappingin til sjálvsøkni og líkasælu fyri næstanum.


Sosialisman

Upp í móti liberalismuni varð sett sosialisman, sum hevði tað solidariska samfelagið fremst í skjøldri sínum. Grundhugsanin í sosialismuni er júst, at fólkaræðið skal fullførast út til ytstu mørk. Eingin skuldi gera sær dælt av, at ein annar var veikari. Kapitalurin, embætisvaldið, kirkjan, herurin ella sokallaðir arbeiðsgevarar skuldu ikki kunna trælka arbeiðarafjøldina. Tí skuldi arbeiðarafjøldin sameinast og krevja javnbjóðis rættindi í samfelagnum. Ikki bert atkvøðurætt, men eisini ognarrætt á framleiðslutólunum. Høvuðsvisiónin var tað solidariska samfelagið, har tú »gjørdi tína skyldu og kravdi tín rætt«.

Týskarin Karl Marx skrivaði tað »Kommunistiska manifestið« í 1848. Hann endaði manifestið við orðunum: »Fæloysingar í øllum londum fylkist«. Hesin eggjandi boðskapur frá vísindamanninum fekk afturljóð. Men ymiskt var, hvussu fólk hildu, at málið skuldi røkkast.

Sosialisman fór í høvuðsheitum tveir vegir. Í tí demokratiska heiminum valdu sosialistarnir at gera seg galdandi vanliga demokratiska vegin ­ sosialdemokratar.

Í Russlandi, Kina og øðrum einaræðislondum stovnaðu tey kommunistaflokkar, sum við valdið kroystu »sosialismuna« niður yvir fólkið. Oddamenninir gloymdu, at høvuðssjónarmiðið aftan fyri sonnu sosialismuna júst var fólkaræðið. Tá teir settu flokkin og harvið seg sjálvar til nýggjar einaræðisharrar, var hugsjónin deyðadømd frammanundan.


Arbeiðararørslan

í Norðurlondum

Sosialisman ella arbeiðararørslan, sum javnaðarflokkarnir í Norðurlondum ofta eisini velja at kalla hana, festi røtur í fakfelagsrørsluni í Danmark long í 1830. Ymsar royndir vórðu gjørdar at stovna politiskan arbeiðaraflokk, men mótstøðan var stór. Flokkurin varð ikki veruliga stovnaður fyrr enn 1876, tá fyrsta floksskráin varð viðtikin á floks-ráðstevnu í Gimle.

27.­29. august 1886 var fyrsta norðurlendska arbeiðararáðstevnan í Gøteborg. Tá fór rættiliga at ganga fram á hjá arbeiðararørsluni. Ráðstevnur vóru síðan regluliga við nøkrum árum ímillum í teim ymsu londunum. Føroyar vóru fyrstu ferð umboðaðar á 17andu Arbeiðararáðstevnuni í Gøteborg 1986, tá felagsskapurin hátíðarhelt sín 100 ára føðingardag.

Tað, sum eyðkennir arbeiðararáðstevnurnar, er samanhaldið millum fakfeløgini og Javnaðarflokkarnar. Tankin um eina arbeiðararørslu uttan ein politskan part ­ Javnaðarflokkin ­ og ein fakfelags part ­ LO ­ er óhugsandi. Tí er tað so hugstoytt hjá føroyskum javnaðarfólki at møta til fundar í skipaða norðurlendska samtaki arbeiðararørslunar SAMAK og ikki hava eina samskipaða, sterka sosialistiska fakfelagsrørslu við. Her á landi er tað alt ov væl eydnast at spjaða arbeiðarrørsluna sundur í fleiri bólkar, til skaða fyri allar partar.

Einki var meira natúrligt enn, at allir fakfelagsbólkar skipaðu seg í ein landsfelagsskap, sum eisini var natúrligur partur av Javnaðarflokkinum, og har gjørdi áhugamálini hjá limum sínum galdandi. Tá stóð arbeiðararørslan sterk.


Arbeiðararørslan

í Føroyum fylkist

Mín vón skal vera, at arbeiðararørslan í Føroyum finnur saman. Tað er undanførsla, tá fólk trína fram og gera nýggjar politiskar flokkar við tí grundgeving, at Javnaðarflokkurin er ikki flokkur verkafólksins. Er hann ikki tað, so er tað teirra egna skyld. Grundsjónarmiðini eru greið, sosialistiski boðskapurin er greiður, er dagligi politikkurin ikki samsvarandi, so áliggur tað øllum, sum taka undir við sosialistisku sjónarmiðunum at fylkjast í flokkinum til tess at vinna fram heldur enn at rekast í ymsum bólkum.

Tað er í demokratisku sosialismuni, at verkafólk, fiskimenn, bóndur og allir løntakarar eiga at fylkjast, øll vit, sum veruliga halda, at tað solidariska samfelagið er tað besta. Fylkjast vit ikki, so hava vit bara okkum sjálvum fyri at takka, at ósolidarisku liberalu kreftirnar knúska tað, sum hóast alt er vunnið hesi árini.


Javnaðarflokkurin

í búnum aldri

Nú Føroya Javnaðarflokkur fer um tey sjeyti, er rætt at minna á, at flokkurin ikki er gamal, men fullbúgvin at taka tøk, tí alla tíð verður brúk fyri flokkinum. Tað samfelagið, sum vit kenna í dag er ikki komið av sær sjálvum. Tað hevur kostað sveittað, blóð og tár at vinna tí arbeiðandi fjøldini so fræg kor, vit hóast alt hava. Í frálíka verkinum hjá Jóannesi Dalsgaard ­ FYLKING ­ lesa vit, hvussu sosialistisku forfedrar kkara máttu stríðast fyri at bøta um ringu korini og teirra ótroyttiliga vilja at byggja eitt solidariskt samfelag. Teir løgdu lunnarnar og drógu ávegis, men enn er teinurin ikki fullrógvin, og framvegis verða flúrar og sker, íður og bárur at fara um. Men »politikkur er at vilja«, segði Oluf Palme, sáli. Viljin er sterkasta vápnið, viljin at broyta samfelagið alla tíðina til frama fyri alt fólkið. Afturhaldið, í sosialistiskum ella liberalum hami, er afturstig.


Hans Jørgensen