Arbeiðið upp á gøtuna er byrjað

Sonni á Horni fegnast um, at arbeiðið upp á gøtuna millum Fuglafjørð og Kambsdal nú er byrjað.

Fuglafjarðar kommuna hevur í ár og næsta ár sett tilsamans tvær miljónir krónur av til gerð av gøtu millum Fuglafjørð og Kambsdal. Ein miljón er á fíggjarætlanini fyri árið í ár, og ein miljón krónur er sett av fyri 2016.

 

- Hetta er eitt størri arbeiði, sum vit nú hava sett skjøtil á. Tá vit koma út til Breiðá, sum er millum Fuglafjørð og Kambsdal, er væntandi, at vit eisini koma at samstarva við SEV, tí elfelagið skal leggja háspenningskaðal til Fuglafjarðar.

 

Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, segði fyrr í heyst, at hann kundi hugsað sær, at hetta arbeiði fór í gongd nú í heyst.

 

- Nú er arbeiðið so farið í gongd, og tað fegnist eg um. Gøtan verður ein nýggjur møguleiki og eitt gott sambindingarlið millum økini í kommununi. Tað er byggifelagið Articon, sum ger arbeiðið.

 

Hann sigur, at Landsverk hevur sum krav, at ein metur skal verða frá landsvegnum og inn til bilverjuna, og síðan skal aftur ein metur verða frá bilverjuni og inn, har gongugøtan byrjar.

 

Borgarstjórn vísir á, at hevur tú betongklossar á vegnum, eins og gjørt er av Hvítanesi og niðan til rundkoyringina í Hoyvík, eru krøvini hjá Landsverki um frástøðu ikki líka strong.

 

- Men, eg haldi ikki, at vit skulu brúka betong á gøtuni millum Fuglafjørð og Kambsdal, sigur hann.

 

Sonni á Horni vísir á, at Landsverk hevur góðkent verkætlanina, og tað verður Landsverk, sum fer at seta ljós upp á gøtuni, tá tað kemur har til.

 

- Tað var tekniska deild hjá Fuglafjarðar kommunu, ið gjørdi uppskotið, sum nú við ymiskum tillagingum er samtykt av Landsverki, leggur borgarstjórin aftrat.