Framsýningin við Archibald Black letur upp í Fuglafirði í dag kl 17. Ribarhús hevur boðið Archibald Black at sýna fram fram til 7. mars.
Umframt oljumálningar eru tusch, kol, svart- og reyðkritstekningar at síggja.
Archibald Black er kent navn í Klaksvík, men er ikki ofta at síggja uttanfyri býin. Hann hevur kortini havt framsýningar í Danmark, Noregi og Svøríki.
Hetta er fyrstu ferð at Archibald Black sýnir fram í Ribarhúsi
Opið verður mánadag ? fríggjadag kl. 15 til 17.30 og leygardag 11 ? 13.00.
Í samband við ferniseringina í dag fer Hanus G. Johansen at syngja og Frits Johannesen at halda røðu.