Argelagnan avgerast í dag

Hóast kringvarpsstýrið onki hevur við starvsetanir at gera, so staðfestir Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, at útspælið frá leiðsluni um Jógvan Arge ikki verður klárt fyrr enn eftir fundin

Fyri kortum kom fram, at tað ikki var rætt at siga Jógvan Arge upp í Kringvarpi Føroya, og tí er hann aftur fastsettur í Kringvarpinum, hóast hann hevur fingið 180.000 krónur í uppsagnarløn seinastu mánaðirnar.

Tað var Mentamálaráðið, sum gjørdi av, at uppsøgnin hjá Jógvan Arge skuldi ógildast, eftir at hann kærdi uppsøgnina.

Sjálvur visti Jógvan Arge ikki júst, hvat fór at henda í málinum.

- Eg havi ikki verið í samband við leiðsluna, so nú mugu vit bara síggja, hvat hendir. Sum nú er dugi eg illa at siga, hvat fer at henda, segði Jógvan Arge fríggjadagin.


Leiðslan opin

Hóast Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, ikki hevur verið í samband við Jógvan Arge, og heldur ikki vil siga nakað um útspælið frá leiðsluni, so dugir hon at ímynda sær, at Jógvan Arge kemur aftur í Kringvarpið.

- Tað verður sjálvandi ein fíggjarligur smeitur hjá okkum, men vit eru opin fyri at fáa hann innaftur, sigur Annika Mittún Jacobsen.

Hon leggur afturat, at hon ikki reiðiliga veit, hvat fer at henda, men hon staðfestir, at Jógvan Arge í hvussu so er ikki fer at gera tíðindi.

Spurd um hann fer at varpa fótbólt út um vikuskiftið, er svarið noktandi.

- Eg rokni ikki við, at tað verður longu um vikuskiftið, at Jógvan Arge verður at hoyra, um hann kemur aftur í starv. Hann hevur verið burtur leingi og má seta seg inn í tingini, greiðir kringvarpsstjórin frá.

Men onki verður avgjørt fyrr enn seinni í dag.