Tað var so intenst, skiftandi og spennandi, sum tað ber til at ímynda sær, tá ið 8-mannaførini kappaðust á Havnarvág.
Treytin hjá Argjabátinum var, at hann skuldi vinna, um møguleikin fyri FM skuldi verða varðveittur.
Næsta treytin var, at Tofta Regin skuldi ikki vera fremri enn nummar trý.
Argjabáturin róði framúr væl. Starturin var góður, og hóast tað var tætt, so kendist tað sum um, at Argjabáturin støðugt hevði stavnin frammanfyri hinar.
Eina lítla løtu hevði Árnfirðingur hug at bjóða av, men Argjabáturin fótaði sær.
FM favorittur var Tofta Regin úr Vági. Starturin hjá vágbingum var ikki meiri enn passaligur, men Tofta Regin blandaði seg uppí, og fram ímóti máinum var kappingin millum Árnfirðingin og Tofta Regin øgilig.
FM heitið stóð upp á spæl hjá vágbingum, sum akkurát megnaðu at taka seg framum Árnfirðing og harvið at tryggja sær FM heitið.
1. Argjabáturin 4.34.25
2. Tofta Regin 4.36.01
3. Árnfirðingur 4.36.12
4. Knørrur 4.44.16
5. Gullbrandur 4.57.25
FM úrslitið
1. Tofta Regin 46
2. Argjabáturin 45
3. Árnfirðingur 33
4. Knørrur 27
5. Gullbrandur 12