Argjamaður heldur fram í B36

Betri deildin menn: B36 hevur logt sáttmálan við Bjarka Nielsen

Um vikuskiftið fekk B36 eitt stig á Dungasandi og vónirnar at røkka Evropafótbólti eru stórar. Við í sekkinum er eisini ein undirskrift frá Bjarka Nielsen, sum hevur longt sáttmálan við tveimum árum.

 

- Bjarki Nielsen og B36 eru komin ásamt um treytirnar fyri nýggjum sáttmála. Í dag varð hesin undirskrivaður, og sostatt er Bjarki eisini partur av hópinum hjá okkum komandi tvey árini. Bjarki hevur, síðani hann kom til okkara við ársbyrjan 2020, ment seg til at vera ein alt meira týðandi partur av hópinum, og vit eru fegin um, at hann eisini er til reiðar at taka næstu stigini, skrivar B36.

 

Bjarki Nielsen hevur vunnið seg fram, eftir at hann í 2020 skifti til B436, tá AB púra óvæntað tapti fyri B68 í upp og niðurflytingardystinum á Tórsvølli.