Argjamenn fáa Víking á vitjan

AB fekk sítt fyrsta sigur til høldar, tá teir seinasta vikuskiftið vunnu botndystin ímóti FC Suðuroy. Víkingur misti eitt fet í oddastíðnum, tá teir taptu fyri grannunum úr Fuglafirði

Tehe Aristide var stóra hetjan hjá argjamonnum, tá teir vunnu 1-0 á FC Suðuroy sunnudagin. Í átta royndum eydnaðist tað ikki AB at vinna ein dyst, men í níggjundini royndini eydnaðist tað so. Víkingur hevði vitjan av ÍF, sum fór avstað við øllum. Teir vunnu 3-1 í einari drmatiskari grannauppgerð, sum millum annað kostaði Víkinga liðskiparanum, Niclas Niclassen, reytt kort. Hann er sostatt leikbannaður til dystin í annaðkvøld. Liðini hittust í Sarpugerið í fyrsta umfarinum. Tað gjørdist ein málríkur dystur við átta málum. Víkingur vann 5-3.

Dysturin á Argjum er framskundur til leygarkvødið kl 18.00.