Tað endaði við 3-2 heimasigri, tá ið Skála í dag var gestur inni í Vika á Argjum.
Úrslitið ber við sær, at AB er á sætta plássi við 23 stigum fyri 18 dystir, og at Skála hevur 14 stig fyri 17 dystir og er á áttanda plássi, áðrenn dysturin millum B68 og 07 Vestur er liðugur.
Tá ið 90 minuttir vóru farnir, var tað als einki, sum bendi á, at talan fór at verða um spenning, tí tá var AB frammanfyri 3-0. Dómarin legði fimm minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og tá skoraði Skála tvey mál. Miðvallarin Jákup Pauli Frederiksberg minkaði um munin til 3-1 eftir 93 minuttir, og miðvallarin Karl Martin Johansen minkaði um munin til 3-2 eftir 95 minuttir.
Hóast skálamenn vóru nógv á bóltinum, og hóast gestirnir høvdu fleiri royndir ímóti málinum, enn heimamenninir høvdu, so var tað AB, sum undan steðginum legði seg á odda 2-0.
Tað fyrra málið skoraði Ragnar Skála beinanvegin, og tað seinna málið skoraði Bjarki C. Nielsen við brotssparki, tá ið ein hálvur tími var farin.
Beinanvegin eftir steðgin skifti Skála tveir nýggjar menn inn. Mórits Heini Mortensen, sum í summarsteðginum flutti úr NSÍ og á Skála avloysti Malthe Nielsen, og Silas Gaard avloysti Teit Poulsen.
Fyrsta hálva tíman av seinna hálvleiki hevði Skála nógv spæl og fleiri málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Róa Mørk Hentze, sum aftur í dag vardi AB málið, og so sá alt út til at vera avgjørt, tá ið dómarin eitt korter undan leikloki bríkslaði fyri enn einum AB brotssparki, sum liðformaðurin Bjarki C. Nielsen setti í netið.
3-0 til AB, og so sá tað heilt ljótt út hjá skálamonnum. Síðstu minuttirnar reistu gestirnir seg. Teir hava einki stig við sær aftur í undirsjóvartunnilin, men at tað tvær ferðir síðstu lítlu løtuna eydnaðist at minka um munin kann fara at vísa seg at vera gott fyri moralin.
Skráin sigur, at skálamenn um eina viku fara til Runavíkar at spæla kommunuuppgerð. Hon verður ivaleyst flutt, tí NSÍ fer hósdagin at spæla í UEFA Europa Cup í Klaksvík.
AB hevur longu spælt dystin í 18. umfari. Tað var á ólavsøku, tá ið AB tapti 1-0 ímóti B36. Næsti dystur hjá AB verður sambært skránni sunnudagin 16. august, tá ið KÍ verður gestur á Argjum.











