Ari og liðfelagarnir vóru fyri stórtapi í Reykjavík

Góða gongdin hjá ÍBV steðgaði fyribils upp

Ari í Haraldsstovu Petersen vardi aftur málið hjá ÍBV í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

ÍBV spældi dyst á útivølli í Reykjavík móti gamla stórliðnum, KR. Aftaná úrtøku í seks dystum á rað gekk í kvøld illa í hond hjá ÍBV, ið tapti stórt 2-5 móti KR.

 

ÍBV fekk annars eina dreymabyrjan, tá Omar Sowe longu í fjórða minutti legði teir á odda 1-0, men so svaraði heimaliðið fimm ferðir aftur áðrenn ÍBV fekk pyntað um støðuna. 

 

KR hevði níggju royndir innanfyri málrammuna, meðan ÍBV bert hevði fýra.

 

KR-ÍBV 5-2 (2-1)

0-1 Omar Sowe ('4 )

1-1 Aron Sigurðarson, br. ('24 )

2-1 Arnór Ingvi Traustason ('28 )

3-1 Aron Sigurðarson ('58 )

4-1 Orri Hrafn Kjartansson ('60 )

5-1 Eiður Gauti Sæbjörnsson ('68 )

5-2 Vicente Rafael Valor Martínez, br. ('76 )

 

ÍBV er nummar átta í deildini við 15 stigum. 

 

Komandi sunnudag tekur ÍBV móti KA á Hásteinnsvøllinum á Heimey.

 

KA, ið hevur Jóan Símun Edmundsson uttanfyri við skaða vann í dag á heimavølli 3-2 (0-1) á Akranesi.