HSF skrivar:
- Høgni og Andrias døma í Kosovo
Føroyar hava eisini altjóða dómarar, sum royna seg í summar. Brøðurnir Høgni Fríðuson Gaard og Andrias Fríðuson Gaard eru í hesum døgunum í Kosovo, har teir døma M20 EHF Championship.
Teir eru báðir lesandi í Danmark, har teir eisini døma. Championship kappingarnar hjá EHF verða vanliga nýttar til at seta nýggj altjóða pør við og eru skeið, testir og vegleiðing eisini partur av kappingini.
Høgni og Andrias dømdu Niðurlond og Kosovo í dag. Niðurlond vunnu dystin 29-20. Skrivar HSF.











