Annað árið á rað vann 24 ára gamli italiumaðurin, Jannik Sinner heimsins mest prestisjufullu tenniskapping, Wimbledon.
Í finaluni í einmansleiki vann Jannik Sinner 3-1 á 29 ára gamla týskaranum, Alexander Zverev, ið vann Roland Garros (French Open) kappingina í juni.
Tvey tey fyrstu settini vóru framúr spennandi, har Sinner og Zverev vunnu hvør sín Tiebreak´ara. Í triðja og fjórða setti var Sinner greitt omaná.
Settmunurin var 6-7, 7-6, 6-3 og 6-4. Dysturin vardi í tríggjar tímar og 48 minuttir.
Talan er um fimta Grand Slam heitið hjá Jannik Sinner, ið umframt tveir sigrar í Wimbledon, hevur vunnið Australian Open á tveimum sinnum, og US Open á einum sinni.
Við sigrinum í dag hevur Jannik Sinner 100 dystarsigrar í Grand Slam kappingum.
Fyri at vinna Wimbledon-kappingina fær Jannik Sinner eina upphædd, ið svarar til 31 miljónir krónur í okkara peningi.











