Í sambandi við altjóða arkitektadagin, heldur Inga Katrin Winther, arkitektur, fyrilestur í Norðurlandahúsinum klokkan 15, har hon fer at greiða frá einum uppskoti til nýtt Náttúrugripasavn, sum hon gjørdi til eksamiuna hjá sær.
Klokkan 16 fer Albert Isfeld, arkitektur, at halda fyrilestur, har hann fer at greiða frá um Saltsiloina á Drelnesi.
Evnið fyri arkitekturdagin í ár er srkitekturur í gerandisdegnum. Hetta evnið fevnir um allan vanligan arkitektur, bygningar og býarrúm, sum vit dagliga gera brúk av.
Ein framsýning lat upp í norðurlandahúsinum í gjár í sambandi við altjóða Arkitektadagin. Talan er um eina serframsýning um hugskotskappingina um miðbýin í Klaksvík. Her verða umframt virðisløntu uppskotini sýnd fram tey mest áhugaverdu av hinum uppskotunum. Á framsýningini verða útvald projekt hjá teknistovum og arkitektum yvirhøvur.
Lesið greinina hjá Albert Isfeld, arkitekti, sum hann kalla »Arkitektururin nú og komandi hvat er til ráða at taka?« VIÐ AT TRÝSTA HER!
Skrá:
Leygardagin 3. november
Kl.15.00 Fyrilestur við Inga Katrin Winther, arkitekti. Hon fer at greiða frá einum uppskoti til nýtt Náttúrugripasavn, sum hon gjørdi til eksamiuna hjá sær.
Kl.16.00 Fyrilestur við Albert Isfeld, arkitekti. Hann fer at greiða frá um Saltsiloina á Drelnesi.
Sunnudagin 4. november
Kl.16.00 Fyrilestur við Ósbjørn Jacobsen, arkitekti. Hann fer at greiða frá um vinnandi uppskotið til nýggjan miðbý í Klaksvík. Eisini fer hann at greiða frá um ymisk arbeiði hjá Henning Larsen teknistovuni.
Framsýningin er opin
Fríggjadagin 2. november kl 15-17
Leygardagin 3. november kl 10-17
Sunnudagin 4. november kl 14-17