Árligi útlánsvøkstur til húsarhaldini 5,1 prosent í mai

Árligi vøksturin í útlánum til húsarhaldini var 6,8% frá føroysku peningastovnunum og 0,3% frá donsku realkredittstovnunum í mai 2025.

Samlað varð árligi útlánsvøksturin 5,1 prosent frá føroyskum og donskum fíggjarstovnum, roknað sum eitt miðaltal yvir tríggjar mánaðir.

 

Útlánsvøksturin frá føroysku peningastovnunum øktist í tíðarskeiðinum miðjan 2022 til árslok 2024, samstundis sum hann minkaði frá donsku realkredittstovnunum. Eftirspurningurin eftir fígging frá donsku realkredittstovnunum minkaði í hesum tíðarskeiði tí rentan hækkaði, og mong húsarhald valdu føroysk bankalán framum donsk realkredittlán, men nú er vend komin í, eftir at rentan er lækkað aftur.

 

Føroysku húsarhaldini høvdu sethúsalán fyri góðar 14,6 mia. kr. tilsamans í mai 2025; 11,1 mia. kr. í føroysku bankunum og 3,5 mia. kr. í donskum realkredittstovnum.

 

Av tí at meginparturin av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum er við broytiligari rentu, hava rentuhækkingar ávirkað lánsgjøldini hjá teimum flestu. Húskir, sum hava sethúsalán við broytiligari rentu og/ella hava sethúsalán uttan avdráttir, eru meira viðkvom yvirfyri rentuhækkingum, enn onnur, tí tey í størri mun skulu nýta ein øktan part av síni tøku inntøku til rentuútreiðslur, tá renturnar hækka, serliga um tey samstundis hava eitt høgt skuldarlutfall. 90,5% av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum er við broytiligari rentu, meðan 9,5% er við fastari rentu. 97% av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum er tó við avdráttum (mai 2025).

 

Mynd 1 Vøkstur í útlánum til húsarhaldini

 

##med2##

 

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrru hálvu 2025 her.