Tað var nýggjur maður í málinum, tá ið næstbesta liðið hjá EB/Streymi í kvøld var í Klaksvík og spældi útsettan dyst frá fimta umfari. Ella er tað rættari at siga, at ein gamal kenningur, sum plagar at vera á miðvøllinum – ofta á besta liðnum – í kvøld vardi málið hjá EB/Streymi.
Arnar Dam var málverji, og tað royndist væl hjá honum og EB/Streymi. Teir eru á veg úr Klaksvík við 3-1 sigri. Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur hevur 13 stig og lyftir seg av níggjunda og fram á sjeynda pláss. KÍ hevur 11 stig og er nú næstaftast – trý stig frammanfyri FC Suðuroy, sum hevur spælt 11 dystir, meðan KÍ hevur spælt 12 dystir.
Ein hálvur tími var farin, tá ið Mikkjal Hellisá, sum ofta hevur verið miðverji á besta liðnum, legði EB/Streym á odda 1-0. Gutti Dahl-Olsen átti uppleggið.
Tríggjar minuttir eftir steðgin økti Jákup Hummeland um munin til 2-0, og aftur var tað Gutti Dahl-Olsen, sum átti uppleggið.
KÍ spenti álopsbogan í roynd at svara aftur, men tað var EB/Streymur, sum skoraði enn einaferð og økti um munin til 3-0. Tá restaðu tveir minuttir av vanligu leiktíðini. Málskjútti var Gutti Dahl-Olsen, og Jákup Hummeland átti uppleggið.
Tá ið tveir minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina, noyddist Arnar Dam í meskarnar eftir bóltinum. KÍ minkaði um munin, so EB/Streymur vann 3-1. KÍ málskjútti var Boris Dosljak, sum spældi allan dystin á tamb. Boris Dosljak var tann einasti av teimum, ið plaga at vera við til at manna besta KÍ liðið, sum var á listanum í kvøld.
Næsti dystur hjá KÍ verður 12. juni á útivølli ímóti NSÍ. Næsti dystur hjá EB/Streymi verður 12. juni á heimavølli ímóti B36.