Eftir tógvið stríð og neglabit uttanfyri vøllin eydnaðist tað loksins EB/Streymi at skjóta málið, sum ber gott lag í ferðalagnum norður eftir við Smyrli og fulla úrtøku við sær. Sigursmálið skoraði innskifti Arnbjørn Hansen, eftir at hann var spældur púra blankur við Vlada Filipovic.
At EB/Streymur megnaði fulla úrtøku ber við sær, at EB/Streymur heldur tørn um munin fram til oddaliðið NSÍ.
At VB/Sumba, sum rættiliga leingi var á odda, einki fekk burturúr á heimavølli í dag hevur við sær, at teirra støða í botninum er verri, enn hon var undan hesum umfarinum.